Javnaðarmaðurin Hanus Samró?

2019-06-12 16:40

Enn eina ferð roynir Hanus Samró at kóka politiska suppu burturúr, at løgmaður ger sínum veljarum greitt, at við Javnaðarflokkinum fær ein javnaðarpolitikk. Hví vil Hanus Samró so fegin í samgongu við Javnaðarflokkin? Og hví hevur Hanus Samró ein slíkan tørv á at leggja eftir løgmanni? Eg haldi eg veit hví. Tí Aksel V. Johannesen er ein framúr góður løgmaður, sum hevur fólkið aftan fyri seg. Tað ræðir Hanus og Fólkaflokkin.

Javnaðarflokkurin vil ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Men vit vilja fegin samstarva við Fólkaflokkin, har tað ber til. Eins og vit hava samstarvað við Sjálvstýri um pensjónsnýskipanina, hóast vit ikki hava verið í samgongu við Sjálvstýri. Javnaðarflokkurin vil fegin í samgongu aftur við Tjóðveldi, tí vit hava nógv í felag. Men ikki fyri ein og hvønn prís.

Men vit mugu skilja millum samgongu og samstarv. Tað er hvør sítt. Vit vilja ikki í samgongu við allar flokkar, men vilja sjálvandi samstarva við øll. Nakað sum Fólkaflokkurin forrestin ikki hevur víst áhuga í. Tí veruleikin er, at Fólkaflokkurin ikki hevur viljað samstarvað um nakað sum helst seinastu árini. Hvørki fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, heilsunýskipan ella nakað stórmál, sum sitandi CEF samgongan hevur fingið av skafti.

Sum flokkur skylda vit veljarunum at vísa á munin millum flokkarnar og vísa hann í verki. Tað er tað, Javnaðarflokkurin ger, hóast Hanus roynir at framføra fólkafloksfólk sum ein minnilutabólk, ið Javnaðarflokkurin útihýsir.


Politikkur

Í politikki eru fleiri flokkar við ymiskum hugsjónum. Hildu vit øll tað sama var bara ein flokkur. Men tá val nærkast, so fer Fólkaflokkurin til vinstru. Knappliga hugsar Fólkaflokkurin um tey, ið bera brek, tey gomlu, veiku og lesandi, og barnafamiljurnar skulu hava ókeypis vaflur og hoppiborg. Men millum valini er myndin ein onnur.


Her er munurin

Hvat samfelag ynskja vit? Sosialdemokratiskir flokkar sum Javnaðarflokkurin vilja eitt samfelag, sum byggir á samanhald. Har tað almenna spælir eitt týðandi leiklut til tess at tryggja, at øll hava somu og jøvnu møguleikar at fáa útbúgving og mennast. Eitt samfelag, har allir borgarar hava somu rættindi, har kapitalisman verður stýrd, soleiðis at samfelagið verður javnt og eingin nýtist at liva í fátækradømi, og umhvørvið ikki verður niðurprioriterað fyri peningaligan vinning.

Borgarligir flokkar sum Fólkaflokkurin vilja eitt samfelag, har hin einstaki ikki er knýttur at statinum. Har hvør passar seg og síni. Har hvør einstakur rindar lítið í skatti og ístaðin rindar fyri tænastur gjøgnum brúkaragjøld og privatar tryggingar.

Javnaðarflokkurin hevur saman við E og F í hesum valskeiðnum tryggjað lesandi, pensjónistum, barnafamiljum, lág- og miðalløntum munandi meira at liva fyri.

Fólkaflokkurin innførdi í seinasta valskeiði forskattingina av pensjónum fyri at fíggja eina skattaskipan, sum ríkaði tey ríkastu.

Javnaðarflokkurin hevur saman við E og F í hesum valskeiðnum sett hálvaaðrumilliard til síðis til at rinda niður skuld og brynja landið til verri tíðir.

Í sama tíðarskeiði hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram á tingi, sum kosta yvir eina milliard.

Javnaðarflokkurin vil varðveita og menna fiskivinnunýskipanina til gagns fyri alla vinnuna og allar føroyingar.

Fólkaflokkurin vil avtaka uppboðssøluna og aftur savna fiskivinnuna á teimum fáu hondunum, sum høvdu rættindini frammanundan.

Javnaðarflokkurin fer ongantíð at taka undir við at taka vunnin rættindi aftur frá minnilutabólkum.

Fólkaflokkurin vil bakka hjúnabandslógina aftur.

Javnaðarflokkurin vil framhald.

Fólkaflokkurin vil afturhald.


Samgonga millum A og C?

Góði Hanus, kanst tú við støði í omanfyristandandi koma við einum boði uppá eitt samgonguskjal, sum javnaðarveljarar og fólkafloksveljarar kenna seg aftur í, so hoyra vit fegin frá tær.


Ingilín Didriksen Strøm,

valevni fyri Javnaðarflokkin