Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Javnaðarløgmaður og fullveldisjuristar geva fullveldispopulismuni flog

Størsti vandin, nú sonevnda ”stjórnarskipanaruppskotið” er lagt fyri Tingið, er fullveldispopulisman

Í Europa í dag síggja vit tendensin, sum nevnist regionalisering.

Eitt er, at nationalistar í Catalonia og Baskaralandinum vilja burtur úr Spania. Men vit síggja eisini eina gongd í Norðuritalia, Belgia, Skotlandi og aðrastaðni.

Nógvastaðni er regionaliseringin eitt tekin um, at man hevur nokk í sær sjálvum. Samstørv verða tikin av, og samanhald dettur burtur.

Populisman blómar sum ongantíð áður!

Henda víða regionaliseringin fremur eitt óstøðugt Europa, og okkara heimspartur kann fara i upploysn.

Hetta er ikki tað, vit hava brúk fyri – heldur ikki her heima.

Samanhald og samstarv er lykilin til stabilitet, og tað er hetta, vit í Føroyum skulu halda fast í.

Kroysta loysing út til fólkaatkvøðu

Loysingargongdin í Føroyum fremur longu nú óstabilitet í okkara landi, og loysingarpopulisman er størsti vandin.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum og hansara fullveldisjuristar kroysta eitt tjóðveldisprojekt inn í Løgtingið, hóast umsiting Løgtingsins mælir til burturvísing.

Og á Tingi seta fullveldispopulistisk tingfólk sonevndu ”stjórnarskipanina” upp um grundlógina.

Tey kalla hana ”evsta lóg”.

Populisman í Løgtinginum og millum báðar fullveldistarnar á Fólkatingi fer at framkalla ein samanbrest í okkara ríki. Populistarnir fara – við minst møguligum meiriluta á Tingi – at kroysta loysingina út til fólkaatkvøðu.

Eingin má ivast í, at hetta er fyrsta stig fram móti loysingini.

Burturvísingin

Løgtingið átti sjálvandi at tikið undir við burturvísingini og víst uppskotinum frá sær. Hetta var eisini tilmælið hjá formansskapinum. Men fullveldistar á Tingi virða ikki Tingskipanina, sum er ein løgtingslóg, ið Tingið sjálvt hevur sett í verk sum sína arbeiðsskipan.

Hví mundi Løgtingsskrivstovan mæla til at burturvísa uppskotinum?

Ein orsøk er, at uppskotið er ikki búgvið til at verða viðgjørt.

Hvat merkir tað?

Jú, tað merkir, at 14. september-samgongan, løgmaður og fullveldisjuristarnir hava ikki gjørt sítt heimaarbeiði.

Nógvir leysir endar. Leysar ásetingar. Orðingar í leysum lofti.

Allar ásetingar í sonevndu ”stjórnarskipanini” skulu, sambært Løgtingsskrivstovuni, vera ítøkiligar, so at ongi ivamál stinga seg upp seinni. Við øðrum orðum skal uppskotið ikki kunna tulkast henda ella handa vegin, tí tá vita øll, at kaos bíðar handan næsta gøtuhorn.

Vit mugu staðfesta, at í mun til verandi Stýrisskipan Føroya, er uppskotið til sonevnda ”stjórnarskipan” fullkomiliga óbrúkiligt.

Stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu

Henda sonevnda “stjórnarskipanin” er eisini botn óseriøs, tí hon stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu í Føroyum.

Fremstu advokatar í landinum staðfesta í sínum hoyringsskrivi – sum formaðurin í Javnaðarflokkinum eftir øllum at døma tilvitað sær burtur frá – at sonevnda “stjórnarskipanin” er í stríð við grundlógina, heimastýrislógina, stýrisskipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið í Føroyum.

Hetta merkir, at sonevnda “stjórnarskipanin” undir ongum umstøðum kann samtykkjast við slíkum mótstríðandi innihaldi á Føroya Løgtingi uttan at koma í stríð við Grundlógina.

Verður hon samtykt kortini, so er væntandi, at hon ikki hevur lóggávugildi og er uttan týdning fyri galdandi rættarreglur.

Hetta er støðan, vit eru í.

Og hetta samsvarar væl við tað, sum forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, staðfestir í sínum hoyringssvari.

Tað sentrala í hansara skrivi er, at um sonevnda ”stjórnarskipanin” stríðir ímóti grundlógini, heimastýrisskipanini ella yvirtøkulógini, so hevur henda ”stjórnarskipan” ongan rættarvirknað.

At senda slíkt til fólkaatkvøðu, er at halda føroyingar fyri tað turra spott.

Tann stóra myndin

Um vit – í fluttari merking – seta okkum í tyrluna, flúgva og hyggja oman yvir alt hetta málið, so síggja vit stóru myndina og tað, sum hevur veruligan týdning.

Tað er eitt nú, at Føroyar eru partur av ríkinum, og tí er grundlógin eisini galdandi her í landinum, enntá eisini fyri yvirtikin málsøkir.

Grundlógin er ikki eitt politiskt skjal, sum kann togast ella tambast.

Hetta, at fullveldisjuristar – við vælsignilsi frá formanni Javnaðarfloksins – kalla grundlógina ein ”stjórnarrættarligan sáttmála” ella eina ”altjóða avtalu” er púra burturvið.

Grundlógin má bara ikki eita grundlóg. Og ríkisfelagsskapurin ella ríkið mugu heldur ikki nevnast við einum orði í sonevndu ”stjórnarskipanini”. Tey flestu munnu vita hví.

Tað stendur tó klettafast, at hóast Tjóðveldi vil tað øðrvísi, so skal grundlógin ikki virða sonevndu “stjórnarskipanina”. Grundlógin stendur omanfyri.

Og grundlógin er enn minni undirløgd sonevndu “stjórnarskipanini”, tí at vit eru partur av ríkinum.

Populisman og tosið um “evstu lóg” hevur ongan legitimitet í føroyskum lógarsamanheingi.

Missa ríkisborgararættindi

Avleiðingarnar av at samtykkja hesa sonevndu ”stjórnarskipanina” verða álvarsamar.

Hví?

Jú tað er tí, at tað allar fyrsta, sum Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fara at renna eftir, er grein 57 í teirra ”evstu lóg”. Tann greinin snýr seg um at ”skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki”.

Tann, sum ikki trýr hesum, man vera merktur av djúpum naiviteti.

Hetta er fyrsta stig fram móti loysingini.

Tá ið so føroyingar allir skulu skifta til føroyskan borgaraskap, mugu vit ikki gloyma avleiðingarnar. Føroyingar fara at missa rættindini, sum grundlógin í dag tryggjar.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum pástendur, at føroyingar fáa dupult rættindi, men tað er at kasta torvmold í eyguni á føroyskum borgarum.

Rætt er tað, at føroyingar hava præcis somu rættindi sum danir, tá ið teir seta fótin á land í Danmark. Men við sonevndu ”stjórnarskipanini” mugu fólk skjótt venja seg við tankan um, at rættindi detta burtur.

Tað fyrsta kann vera, at føroyingar ikki longur kunnu virka ella arbeiða í Europeiska Samveldinum. Hetta hava vit rætt til í dag, tí vit eru ríkisborgarar við reyðum passi, men við sonevndu ”stjórnarskipanini” verða vit skjótt triðjalandsborgarar.

Eitt annað, sum kann hvørva sum døgg fyri sól, er t.d. rætturin til útbúgving á sama stigi sum øll onnur í ríkinum – við stórum fíggjarligum stuðuli, væl at merkja.

Umframt alt, sum vit í dag hava í felag.

Skjótt skal gjaldast við kassa 1.

Vandafull breyt

Hetta er vandafulla breytin, sum 14. september-samgongan setur allar landsmenn á.

Øll í Føroyum eiga at hugsa seg ómetaliga væl um, áðrenn farið verður á fólkaatkvøðu til at siga øllum rættindum farvæl.

Fullveldispopulisman skal trýsta sonevnda ”stjórnarskipanina” út til eina fólkaatkvøðu, sum eingin skilir.

Her skal lumpast og her skal lirkast, og hetta er byrjanin til loysingina.

Ongin ivi er um tað.

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin