Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Javnaðarflokkurin vrakar sítt egna pensjónsuppskot

2014-01-08 22:25

Javnaðarflokkurin hevur kúvent í málinum um pensjónir og roynir nú av øllum alvi at látast sum um at flokkurin als ikki kennir sítt egna barn.

”Pensjónir á vegamóti,” er heitið á eini langari grein, sum løgtingsfólkini Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam, skrivaðu undan jólum. Í greinini viðgera tey pensjónsmálið og siga, at endamálið við greinini er at leggja upp til framhaldandi kjak um pensjónirnar. Ein skal tó ikki hava lisið leingi fyri at finna útav, at veruliga endamálið við greinini er ikki at leggja upp til kjak, men heldur at frásiga sær sjálvum alla ábyrgd av uppskotinum um nýskipanir á pensjónsøkinum. 

Renna undan sær sjálvum

”Nú samgongan ætlar at avtaka fólkapensjónina...”, ”Samgongan krevur at øll rinda 15 prosent av lønini...” og ”Eftir at samgongan hevur sett pensjónsøkið í vanda...” Hesir og aðrir setningar úr greinini vísa týðiliga, hvussu upptikin Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam eru av at undirstrika, at teirra flokkur eigur einki í ætlanini um at løntakarar skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Tað er samgongan, sum eigur  barnið sambært teimum. Men líkamikið hvussu ofta tey siga hetta, so broytir tað tó ikki tann veruleikan, at tað hevur verið arbeitt í nógv ár við nýggju pensjónsskipanini, og at Javnaðarflokkurin hevur spælt ein týðandi leiklut í hesum arbeiðinum. 

Jóannes Eidesgaard leiddi arbeiðið

Undir yvirskriftini ”Samgongan: Hvør sætir sær!” skriva Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam soleiðis: ”Nú allir løntakarar skulu tvingast at rinda 15 prosent til egna eftirløn, brýtur samgongan bæði meginregluna um samhaldsfasta fólkapensjón og sosialu kontraktina, sum eyðkenna norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.”

Til hetta er at siga, at tað at spara upp til egna eftirløn er ikki nakað sum verandi samgonga hevur uppfunnið. Eg var sjálvur partur av einum pensjónsbólki í seinasta valskeiði, sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, arbeiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fakfeløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt, at ein partur av lønunum skal fara til eftirlønir. Umleið 70 prosent av øllum løntakarum í Føroyum høvdu eina tílíka uppsparing longu áðrenn lógin um bundna samansparing varð sett í gildi.

Tí kann tað undra, at tveir løgtingslimir úr Javnaðarflokkinum nú vísa til hesa uppsparingina og siga, at samgongan vil, at ”hvør skal sæta sær”, meðan Javnaðarflokkurin vil ”felagsskap fram um sjálvsøkni.”

Aksel V. Johannesen legði uppskotini fyri tingið

Pensjónsnýskipanin sum arbeitt varð við í farna valskeiði kom so langt, at hon varð løgd fyri løgtingið. Tað sum kann tykjast rættiliga løgið er, at av tí at Jóannes Eidesgaard var farin úr politikki, tá uppskotini vórðu løgd fram, var tað eftirmaður hansara, Aksel V. Johannesen, sum saman við Rósu Samuelsen, legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. Hetta varð í mars 2011. 

Í viðmerkingunum til uppskotini skrivaðu Aksel V. Johannesen og Rósa Samuelsen millum annað soleiðis um pensjónsnýskipanina: 

  • Øll, sum eru knýtt til arbeiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna eftirlønarsamansparing.
  • Samansparingin er persónlig.
  • Bundna eftirlønarsamansparingin ger tað møguligt at minka um útreiðslurnar til fólkapensjón.
  • Í framtíðini verður mótroknað í allari fólkapensjónini.
  • Uppskotið til pensjónsnýskipan, sum við hesum verður lagt fyri Løgtingið, fer at minka um vøksturin í eldraútreiðslunum við umleið 50%. Vøksturin verður framvegis stórur og neyðugt verður at gera fleiri tiltøk í komandi árum.

Eisini varð boðað frá í viðmerkingunum til uppskotini, at fylgibólkurin fór seinni at arbeiða víðari við spurninginum um pensjónsaldrin.

Hetta skrivaði sami Aksel V. Johannesen, sum nú skrivar 

  • at samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av lønini til sína egnu persónligu pensjón, 
  • at hetta nívir meinast hjá lágløntum, sum ikki hava megnað at spara nakað upp higartil 
  • og at hetta merkir, at stættamunurin og ójavnin í samfelagnum økist.

Eisini ávarar hann um, at nýggja pensjónsskipanin verður umsitingarliga fløkt og kostnaðarmikil og at persónliga eftirlønin og onnur inntøka fara at verða mótroknað í allari fólkapensjónini (júst so sum hann fyri trimum árum síðani skeyt upp at gera). 

Hugstoytt

Eg siti eftir við eini løgnari kenslu, tí tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg sjálvur stuðlaði Jóannesi Eidesgaard allan vegin ígjøgnum í hesum arbeiðinum, tí eg sá og síggi framvegis tað neyðuga í at fáa nýggju pensjónsskipanina setta í verk. Tí kennist tað hugstoytt at síggja hansara floksfelagar nú royna at vinna sær politiskan vinning við at taka frástøðu frá teirra (ella lat meg heldur kalla tað okkara) egna barni. Vit hava arbeitt saman um hesa skipanina í nógv ár.


Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður