Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru sum systirflokkar

Systirflokkarnir á Fólkatingi seta í felag forsætisráðharranum og uttanríkisráðharranum leiðandi spurningar, og draga føroyskan politikk niður á Fólkating

Hevur tú sæð, hvussu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru vorðin støðugt meira samantvinnaðir á Fólkatingi?

Teir hanga saman, sum pottur og panna.

Tað gongur sjón fyri søgn um, at Javnaðarflokkurin (sum kallaði seg ”Samríkisflokk” áðrenn valið) og Tjóðveldi nú loksins eru sum systirflokkar.

Skrivstovur hava teir hurð um hurð og eftirhondini – í tí dulda – er talan um felags skrivstovu. Har verður fullveldispolitikkur spleysaður saman og síðani verður fullveldisknarrið flutt upp á Fólkatingsins røðarapall.

Mjarrað verður um kúgan og ófrælsi í okkara samfelag, sum er kosið sum eitt av bestu londum at uppihalda seg í.

Seta leiðandi spurningar

Nýggjasta upplopið hjá systirflokkunum er at seta forsætisráðharranum og uttanríkisráðharranum leiðandi spurningar.

Ein av leiðandi spurningunum til forsætisráðharran ljóðar soleiðis:

”Kan statsministeren bekræfte, at en vedtagelse og ikrafttrædelse af det foreliggende forslag til forfatning for Færøerne af 25. september 2017 ikke vil medføre, at Færøerne skal løsrive sig fra rigsfællesskabet?”.

Leiðandi spurningar eru lættir at seta, og hesin spurningur verður sjálvandi settur fyri at lumpa føroyingar.

Hvør skal siga: hetta er onki problem, stemmið bara ”stjórnarskipanina” ígjøgnum.

Man skal bara minnast til, at loysingin kemur gjøgnum bakdyrnar, og at sonevnda ”stjórnarskipanin” er fyrsta stigið. Hon er gjørd til tað sama.

Einfaldi teknikkurin er, at við ”stjórnarskipanini” vil 14. september-samgongan hava vælsignilsi frá føroyingum til at loysa. Og síðani liggur leiðin víðopin til loysingina.

Renna eftir grein 57

Um sonevnda ”stjórnarskipanin” skuldi verið samtykt á fólkaatkvøðu, so er einki meira vist, enn at systirflokkarnir báðir fara at renna eftir grein 57 í sonevndu ”stjórnarskipanini”, har ið tað millum annað stendur:

”Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki”.

Tað, sum systirflokkarnir strax fara at leggja seg eftir, beint eftir fólkaatkvøðuna, er at fáa eina fólkaatkvøðu um loysing ígjøgnum.

Hetta er jú sjálv strategiin.

Fornuftin ræður

Sigur man ”ja”, so er loysingin har, áðrenn man veit av.

Sigur man ”nei”, so varðveitir man Føroyar í Ríkinum og kann framvegis njóta gott av ríkisborgaraskapi og framíhjárættindum í okkara samfelag – eitt av teimum bestu í heiminum.

Tá er at vóna, at føroyingar – sum altíð – fara at brúka sína sunnu fornuft, um ”stjórnarskipanin” kemur til fólkaatkvøðu, og forða fyri loysingini.

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin