Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Javnaðarflokkurin og kommunal millumjavningarskipan

2020-02-14 15:09



At formaður Javnaðarfloksins,  Aksel Johannesen kennir seg noyddan at fara út at taka frástøðu frá sínum tinglimum, sigur mær so mikið, at Javnaðarflokkurin er komin í stórar innanhýsis trupulleikar av fyrispurninginum hjá tingmanni Javnaðarfloksins um kommunala útjavning.

 Ì einum sera niðrandi og ljótum lesarabrævi leggur fyrrverandi løgmaður eftir borgarstjóranum í Havn, istaðin fyri at fyrihalda seg til fakta  í málinum

Tað er ein veruleiki og ein sannroynd, at undanfarna samgonga við Javnaðarflokkinum á odda spældi sær við peningi hjá kommununum. Landsstýrisfólk fóru út í miðlarnar at breggja sær av batum til eitt nú fyritíðarpensjónistar við pengum hjá kommununum.  Vit kjakast als ikki um, hvørt lógaruppskotini hvørt sær vóru góð ella vánalig, men um eina manglandi afturbering til kommunurnar. Veruleikin er, at  føroysku kommunurnar mistu 60 miljónir undir leiðslu Javnaðarfloksins uttan kompensatión.

At Aksel byrjar at blanda inntøkur frá samhaldsfasta uppí málið er fullkomiliga burturvið. Tað eru eg og tú, tann vanligi skattgjaldarin og vinnan, ið gjalda inn í samhaldsfasta. At Javnaðarflokkurin valdi at brandskatta tann vanliga borgarin og vinnulívið við hægri inngjaldi í samhaldsfasta kann als ikki brúkast sum grundgeving fyri, at kommunurnar hava fingið eyka inntøkur. Hetta er tað sama sum at siga, at inntøkurnar hjá kommunum eru vaksnar, so tí er ikki neyðugt at veita teimum endurgjald fyri tað, sum landið tekur frá kommunum.

Kommunufelagið hevði fleiri fundir við táverandi løgmann um ótolandi støðuna, men onki spurdist burturúr.

Hóast formaður Javnaðarfloksins av øllum alvi nú roynir at burturforklára støðuna hjá flokkinum um eina kommunala millumjavningarskipan, so er tað ein sannroynd, at ein fyrispurningur liggur í løgtinginum frá Jóhannesi Joensen, tingmanni hjá Javnarflokkinum, um kommunala útjavning.

Í fyrispurninginum  frá Jóhannesi Joensen stendur beinleiðis, at “heldur enn at gera fleiri ósamanhangandi serskipanir fyri ymisk øki i landinum, kann tað vera skilagott at seta í verk eina kommunala útjavningarskipan”. Soleiðis hava miðlarnir eisini skilt løgtingsmannin, til dømis stendur á in.fo, at “tær ríku kommunurnar skulu lata til tær fátæku”.

Sjálvandi er neyðugt at rópa varskó um eitt tílikt uppskot, sum er komið frá einum javnaðartinglimi, ið beinleiðis leggur seg út í kommunala búskapin.

Tað er ov vánaligt, at fyrrverandi løgmaður kemur við undanførslum um, at flokkurin ikki hevur ábyrgd av, hvat “einstakir tinglimir” gera og siga. Tí fakta er, at kommunal útjavning aftur er á breddanum í løgtinginum – og seinast Javnaðarflokkurin spældi sær við útjavning kostaði tað kommununum 60 miljónir.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu