Javnaðarflokkurin ger podvarp

2019-03-06 14:43

Javnaðarflokkurin fer nú undir at framleiða útvarpssendingar á netinum við nýggja miðlinum Podvarpið. Fyrsta sending við heitinum “Føroya vandamiklasta skjal” fer í luftina fríggjadagin 8. mars.

Á loftinum á Niels Finsensgøtu 14, við útsýni yvir Steinatún, fara aktuell politisk viðurskifti at verða vend og snarað komandi vikurnar. Javnaðarflokkurin hevur nevniliga innrættað eina útvarpsstøð í Javnaðarhúsinum, har ætlanin er at bjóða bæði samgongu- og andstøðupolitikarum, nýggjum valevnum, serfrøðingum og øðrum inn at tingast.

Fyrsta sending fer í luftina fríggjadagin 8. mars við heitinum “Føroya vandamiklasta skjal”. Í sendingini prátar Barbara Gaardlykke Apol við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu við javnstøðumálum, og Ingilín D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin, og Rani Skaalum, valevni fyri Miðflokkin, kjakast um “Føroya vandamiklasta skjal”.

Fylg Podvarpinum her: facebook.com/Podtingið-253993925538926/?modal=admin_todo_tour