Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Javnaðarflokkurin fremur álop á umsiting Løgtingsins

Politikkur - 

Javnaðarflokkurin hevur í morgun - beint áðrenn sonevnda ”stjórnarskipanin” skal til viðgerðar í Løgtinginum - framt eitt ljótt álop á umsitingina hjá Løgtinginum.

Fólkatingslimur Javnaðarfloksins leypir ikki bert á umsitingina men eisini á sjálvan stjóran á Løgtingsskrivstovuni. Stjórin er evsti ráðgevi hjá Løgtinginum, ið skal tryggja, at tað, sum verður viðgjørt á Tingi, er í lagi.

Hetta, at Javnaðarflokkurin og fólkatingslimurin síggja seg ill inn á niðurstøðuna, sum Løgtingsskrivastovan er komin við, má og skal ongantíð síggjast aftur í persónligari útspilling av embætisfólkum.

Uppgávan hjá umsiting Løgtingsins er nettup at koma við sínum løgfrøðiligu niðurstøðum, og í hesum føri verður mælt til at burturvísa uppskotinum um sonevnda ”stjórnarskipan” av fleiri ymiskum orsøkum.

Niðurstøður frá Løgtingsskrivstovuni eru týðandi, og tær skulu virðast í okkara parlamentarisku skipan.

Tað kann als ikki góðtakast, at ein flokkur í Løgtinginum – enntá løgmansflokkurin – spillir út embætisfólk hjá Løgtinginum. Hetta er undir alt lágmark og eigur ikki at vera partur av tí, sum fer fram í einum parlamenti.

At ein fólkatingslimur, ið sjálvur hevur fram brot á tagnarskyldu og hevur likið út loynilig skjøl, loyvir sær at finnast at embætisverki Løgtingsins, eigur ikki at fara óátalað aftur við borðinum.

Sambandsflokkurin