Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Javnaðarflokkurin fongdur av dupultmorali

2015-02-03 18:27

Hvar eru tey politisku virðini, sum Javnaðarflokkurin sigst umboða? Fólkaræði, talufrælsi, opinleiki og javnrættindi? Eg spyrji bara, tí tað sum gongur fyri seg á Vaglinum í Havn stendur í skerandi mótsøgn til áðurnevndu hugtøk, ið flokkurin sigur seg byggja á. Eitt lýsandi dømi um, at fyri summi er dupultmoralur dupult so góður.

Tað gongur sjón fyri søgn, at tað er Fólkaflokkurin, ið hevur fatur í langa endanum og stýrir á Vaglinum í Havn. Hetta kom týðiliga til sjóndar á býráðsfundinum hóskvøldið, har hógvarnir hjá Fólkaflokkinum saman við einræðis borgarstjóranum komu til sjóndar. Fruktirnar av, at borgarstjórin er farin í song við Fólkaflokkinum, síggjast nú týðiligari enn nakrantíð.

Eftir at hava sitið í býráðnum í samfull 10 ár, má eg staðfesta, at eg ikki havi upplivað nakað meira ódemokratiskt enn tað, sum fór fram á býráðsfundinum hóskvøldið. Her beinleiðis noktaði borgarstjórin mær orðið, so eg kundi seta fram sjónarmið míni í tveimum málum, sum eg sjálv hevði biðið fáa sett á skrá.

Talan var um tvey mál, sum meirilutin í Mentamálanevndin hevur felt. Nevniliga málið um at gera Hoyvíkshøllina lidna, og málið um “TÍTT” (Tilbúgving í Tøkum Tíma), ið snýr seg um eina royndarverkætlan, ið er sprottin úr SSP-samstarvinum. Eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og løgreglu. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum hvør á sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum.

Útbygningurin í Hoyvíkshøllini er enn ikki liðugt innrættaður, tí meirilutin hevur sitið og tøvt uppi í málinum nú í tvey ár og harvið týðiliga víst, at als eingin vilji er at gera arbeiðið liðugt. Peningur er avsettur, men nakað vantar í, og hóast peningur er tøkur á íløguætlanini fyri ítrótt, sum kortini ikki verður brúktur, so hendir einki.

Grovt ódemokratiskur framferðarháttur
Eg hevði biðið um at fáa málið á skrá fyri at fáa svar upp á nakrar spurningar hesum viðvíkjandi. Eitt nú hví arbeiðið ikki verður gjørt liðugt, og hví vilji ikki er til staðar at betra um karmarnar hjá teimum hundraðtals íðkandi hoyvíkingunum, har hondbóltsfelagið H71 húsast. Eitt felag, ið ikki einans skipar fyri venjingum og kappingum, men fyri alskyns øðrum tiltøkum, ið eru við til at skapa trivnað og styrkir um samleikan hjá borgarunum í Hoyvík. Og so varð eg enntá noktað at koma til orðanna og greiða frá, hví eg vildi hava hesi mál á skrá. Ja, tú lesur rætt; eg fekk ikki orðið í mínum egnu málum. Grovari og meira ódemokratiskt kann tað neyvan verða!

Í staðin gav einræðisharrin, Heðin Mortensen, floksfelaga sínum, Helenu Dam á Neystabø, orðið, so hon kundi koma við eini sjóforkláring um, at Mentamálanevndini framvegis arbeiðir við málinum og tí ynskti málið aftur í nevnd. Men Harragud, eg hevði júst ynskt málið í býráðið, tí meirilutin í Mentamálanevndin hevði felt tað. Tí ætlaði eg at seta nakrar spurningar og hoyra sjónarmiðini hjá meirilutanum og grundgevingarnar fyri, hví málið ikki er loyst.

Hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin, ella rættari, Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø, saman við Fólkaflokkinum, standa fyri. Restin av umboðunum í flokkinum hjá einræðisharranum tala ikki at.

Avtalað spæl áðrenn býráðsfundin
Málið um tvørfakliga samstarvið á barnaøkinum, nevnt TÍTT, var annað málið, sum eg hevði biðið um at fáa til viðgerðar í býráðnum. Hetta er eitt týdningarmikið mál, sum ein meiriluti í Mentamálanevndini feldi uttan nakra grundgeving, hóast bæði trivnaðarstjórin, leiðarin á barna- og ungdómsdeildini og sosialdeildarleiðarin høvdu mælt til at seta skipanina í verk.

Eg hevði ætlað mær m.a. at sett spurningar um, hvørjar grundgevingar vóru fyri at fella málið, men aftur her noktaði høvuðkamburin borgarstjórin mær orðið. Eisini her gav hann ístaðin Helenu Dam á Neystabø orðið, sum aftur kom við einum uttanumtosi, ið lítið og einki høpi var í, tíansheldur kom til nakað orðaskifti. Ístaðin varð málið beint aftur í nevnd.

Hetta var sjálvandi alt avtalað spæl áðrenn fundin. Handlimátin hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráðið stendur í skerandi andsøgn til tað, sum sami flokkur í Løgtinginum sigur seg umboða, har flokkurin hevur frásagt sær alt samgongusamstarv við Fólkaflokkin. Kundi hugsað mær at vitað, hvat landsformaður floksins heldur um atburðin hjá sínum egna flokki í býráðnum.

Breyt meg av og bað meg seta meg niður
Fyri stuttum høvdu vit eitt annað mál í býráðnum um ólógliga bygging hjá Javnaðarflokkinum í húsunum í Steinatúni. Hóast tað á býráðsfundinum varð gjørt vart við, at borgarstjórin sum næstformaður í Javnaðarflokkinum var ógegnigur í málinum, so dugdi Heðin Mortensen als ikki at síggja seg vera ógegnigan, men luttók í viðgerðini.

Lítið hevur hann lært av kæruniðurstøðuni hjá Karsten Revsbech professor, dr. jur., at hann eisini luttók í viðgerðini av traðarmálinum. Uppaftur meira ógegnigur sum hann var eisini í hesum máli, tryggjaði hann sínum egna næsta ættarliði kommunalu trøðna í Havnardali. Eg spyrji bara, nær nakað fær fylgjur á Vaglinum?

Ófatiligt, men satt, so eru tað fólkaflokksvinirnir hjá Heðini Mortensen og hann sjálvur, sum í felag við harðari hond stýra javnaðarmeirilutanum í býráðnum. Hetta hóast flokkurin landspolitiskt einki vil hava við Fólkaflokkin at gera. Her er talan um dupultspæl hjá Javnaðarflokkinum, so tað stendur eftir.

Eg kann eisini nevna tvey onnur dømir um einræðisharra atferðina hjá borgarstjóranum. Tá málið um uttandura økini hjá skúlunum í kommununi kom til viðgerðar, bað eg um orðið, har eg sum skúlastýrislimur í skúlanum við Løgmannabreyt og í skúlanum á Velbastað, m.a. skuldi greiða frá støðuni í hesum báðum skúlunum. Her slapp eg ikki at gera meg lidnan, áðrenn borgarstjórin breyt meg av og bað meg seta meg niður. Frekari og ódemokratiskari atburð sum politikari havi eg ongantíð upplivað. Eg eri bæði málleys og skelkað.

Vendu ryggin til størstu íløgu í søguni
Somuleiðis tá málið um útbyggingina av Skansabryggjuni kom fyri á býráðsfundinum. Her fór helvtin av meirilutanum av fundinum og vendu sostatt kjakinum bakið. Ei heldur hoyrdu tey, hvat varð sagt í málinum, ið snýr seg um størstu og dýrastu íløgu í søgu Tórshavnar kommunu, og sum skattgjaldarin sjálvandi verður skuldarbundin fyri.

Meirilutin hevur gjørt av at útbyggja Skansabryggjuna fyri hálva milliard krónur, kosta hvat tað kosta vil. Hetta verður gjørt, uttan at onnur økir í kommununi eru kannaði, og uttan at nakrar kanningar og framskrivingar eru gjørdar við atlit til Eysturoyartunnilin og broyting av ferðslumynstri, framtíðar farmaflutningi, demografiskum broytingum o.s.fr. Harumframt er málið als ikki viðgjørt í teknisku fyrisitingini og hevur hvørki verið fyri í Teknisku nevnd, Náttúru- og umhvørvisnevndini ella Byggi- og býarskipanarnevndini.

Tað er ein sannroynd, at fólkaræði á Vaglinum er káma burtur og við einum borgarstjóra, sum einræðisharri stýrir býráðnum, uttan at hetta fær nakrar avleiðingar.

Við býráðskvøðu
Marin Katrina Frýdal, 
Tjóðveldi