Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Játtan til sálarfrøðing á miðnámsskúlaøkinum og á yrkisútbúgvingunum.

2014-10-03 16:15

Framsókn hevur lagt uppskot fram um játtan til sálarfrøðing til miðnámsskúlaøkið og til yrkisútbúgvingarnar.

Í desember 2004 varð “Álit viðvíkjandi sálarfrøðiligari hjálp til miðnámsskúlanæm­ingar” handað landsstýrismanninum í undirvísingarmálum. Álitið mælir til í minsta lagi hálvt starvssettan sálar­frøðing fyri allar Føroyar – til at byrja 1. januar 2005.

Hetta eru 10 ár síðani, og millum starvsfólkið á miðnámsskúlaøkinum er semja vera um, at tørvur er á eini skipan, har næmingar hava møguleika til at fáa sálarfrøðiliga hjálp smidliga og uttan eyka kostnað fyri einstaka næmingin. Í umrødda álitinum verður mett, at í fleiri førum kundi fráfall frá skúlagongdini verið munandi minkað, um hetta tilboðið var tøkt – beinleiðis ætlað hesum næmingum. Tí har er eitt mark ímillum ta vanligu lestrar- og yrkisvegleiðing, sum næmingar fáa, og so sálarfrøðiliga terapi og onnur lekjandi viðgerðartilboð, sum partur av næmingum hevur tørv á.

Í svari uppá §52 a spurning nr. Nr. 50/2013 um sálafrøðiliga hjálp til næmingar, lærlingar og lesandi, sum Hanna Jensen, setti landsstýrismanninum í vár, sigur landsstýrismaðurin, at eingin kanning er gjørd av økinum síðani hetta álit í 2004. Og í sama svari verður staðfest, at nú talið á miðnámsskúlanæmingum er størri enn í 2004 og vaksandi, eru sannlíkindini fyri einum størri tørvi stór.

Svarið rør fram undir, at tað er ikki vist, at kanningin frá 2004 eintýtt vísir, at talan er um tørv á sálarfrøðiligari hjálp. Tí trupulleikar millum ung eru samansettir. Júst í hesum partinum av svarinum hjá landsstýrismanninum kemur tað fram í ljósið, at alt ov lítil orka og førleiki er til at útgreina sálarheilsuligu støðuna hjá hesum næmingum úti á skúlunum og til at finna loysnir til skjóta og rætta hjálp. Tað er her, at millumliðið millum psykiatriina og útbúgvingarsektorin manglar.

Kanningar í grannalondum vísa, at millum 10 – 15 % av hvørjum ungdómsbólki mistrívist og hevur sálarligar trupulleikar. Nýggjasta heitið á hesum bólki er “Grásonu ung”. Tey eru ikki sjúk men hava tað ikki nóg gott og eru tí í vandabólki fyri at gerast sálarliga sjúk ella verða sjálvmorðshótt.

Eitt prát ella fleiri við eitt fakfólk, ið kennir til, hvussu hesin bólkur av næmingum og lærlingum hava tað, og sum kann geva teimum nøkur amboð at meistra lestrar- og lærlinga tíðina, kann føra tey víðari fram og vegin, so tey gera seg lidnan. Og eitt tílíkt tilboð fer eisini at virka langtíðar fyribyrgjandi, í mun til at hesi sárbaru ungu, ikki fáa sálarligar langtíðarfylgjur av einari lestrargongd og einum tíðarskeiði í lívinum, ið vóru trupul.

Tí mælir Framsókn til eina skipan, har tey ungu og vaksnu kunnu venda sær, um tey hava eitt hvørt at stríðast við. Hetta hevur víst seg at vera eitt munagott amboð og tilboð í øðrum londum, í mun til at fasthalda tey í útbúgvingini og gera teimum lestrar- og lærlingatíð, til eina dygdargóða og læruríka tíð, sum kemur teimum, sum einstaklingum til góða, og ikki minni hevur við sær fyribyrging og stóra samfelagsnyttu.

Niðurstøðan í álitinum frá 2004 var, at neyðugt er við einum fullum starvi fyri hvørjar 3.000 næmingar. Tá mælti mann til minst eitt 1/2 starv. Í dag er talið á teimum, sum taka miðnám og yrkisútbúgving hægri enn 3000 og er tí í minsta lagi grundarlag undir einum fulltíðar starvi hjá einum sálarfrøðingi innan ungdómssálarfrøði. Eitt heilt starv gevur eisini møguleikar fyri t.d. 2 persónum í hálvtíðarstarvi og fyri samstarvi um økið, stutt sagt at byrja at byggja upp eina góða skipan á einum øki, har at kalla allur okkara ungdómur hevur sín gerandisdag.

Uppgávurnar hjá sálarfrøðini á miðnamsøki og á yrkisútbúgvingunum eiga millum annað at vera: at veita miðnámsskúlunum ráðgeving í ungdómsspurningum, at veita ráðgevingar- og supervisiónstilboð til lærarar, lestrar­vegleiðarar og skúlaleiðslu, tá tørvur er á bráðfeingis kreppuhjálp og aðrari ráðgeving, at standa fyri styttri einstaklinga/bólkasamrøðu-gongdum, har málið er avklárandi og viðgerandi, at ráðgeva og vegleiða onnur um viðkomandi stuðuls- og viðgerðartilboð, at samstarva við lærarar, lestrarvegleiðarar og leiðslu, at minka um fráfall, ið stavar frá sálarligum trupulleikum, at varpa ljós á: sosialan mistrivnað, sjálvmorðstankar og sjálvmorðsroyndir, etingarólag, rúsevnismisbrúk, kynsligt misbrúk og sorg.

§ 38 í kunngerð um miðnámsútbúgvingar nr. 9 frá 22. januar 2013 er álagt lestrarvegleiðingini at ráðgeva í ymiskum, sum hevur við útbúgvingina at gera, men eisini at skipa so fyri, at næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, verða vístir til sálarfrøðing. Men i dag er ikki møguligt at uppfylla hesa seinastuáseting í kunngerðini, tí eingin sálarfrøðingur er knýttur at miðnámsskúlaskipanina. Og tað er tí ein trupul, long og fyri næmingin dýr prosess at fáa neyðuga hjálp. Sama kann sigast um hægri lærustovnarnar í Føroyum.

Við at hækka játtanina til rakstur av miðnámi við 600.000 kr. oyramerktar til sálarfrøðing, kann eitt fulltíðarstarv verða sett og ein leistur byggjast upp – møguliga við fleiri persónum, sum kann vera tað manglandi liðið í ketuni millum vanliga skúlatilboðið og so psykiatriska økið í øllum landinum. Langtíðarnyttan av hesi játtan verður fyribyrgjandi virksemi, sum elvir til sparingar í mun til viðgerð, almannavetingar, mistan arbeiðsførleika, mista inntøku og pensjónsuppsparing, mist lív v.m. í einum langtíðarperspektivi.