Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Jaspur Langgaard spyr um endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar

2020-10-08 12:13
Samferðslupolitikkur - 

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um endurrindan av tunnilsgjaldi til pendlarar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu hevur gongdin verið fyri árlig útgjald av ferðastuðli fyri koyring gjøgnum ávikavist Norðoyatunnilin og Vágatunnilin seinastu 10 árini?

2. Kunnu t.d. 4 fólk koyra saman og øll hvør sær fáa endurrindað tunnilsgjald frá Taks sum ferðastuðul?

3. Er skipanin við endurrindan eisini galdandi fyri tey, sum brúka buss?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at reglurnar um ferðastuðul hava m.a. til endamáls at geva borgarunum møguleika fyri at forsyrgja og vitja familjuna hjá sær, hóast ein arbeiðir aðrastaðni.

Í hesum sambandi endurrindar TAKS tunnilsgjald sum ferðastuðul til tey, sum pendla.

Ferðastuðul er peningaligur stuðul, ið verður veittur teimum, ið ferðast longri enn 20 km. millum bústað og arbeiðsstað, og sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðulin.

Søkjast kann um ferðastuðul fyri eitt hálvt ár í senn, og søkjast kann bara um útreiðslur, sum longu eru hildnar. Søkjast kann ikki fram í tíð.

At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tey, sum pendla gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin fáa eftir galdandi reglum um ferðastuðul meginpartin av tunnilsgjaldinum endurgoldið og harvið minkar tørvurin á at avtaka tunnilsgjøldini munandi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN