Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Janus Einar, Simmer Dim og Ísland

2019-06-19 11:01

Tað eru góðar tíðir her á landi og tað verður alt meira vanligt at fara at stytta sær stundir uttanlands í Barcelona, Paris, Mallorka og skjótt kemur eisini New York á skránna og uttan iva verða eisini onnur ferðamál hjá Atlantic Airways.

Vit eru heppin at hava Atlantic Airways, men sanniliga heppin eisini at hava Norrønnu. Tað eru nógv sum nýta høvið at fara ein stuttan túr til Islands á vetrarsiglings skránni, sum júst nú er liðug, hetta er sera ómakaleyst og so at hava bilin við. Tú hevur sálina við tær tá tú siglir.

Tú fer umborð mánadag í Havn, er inni í Seyðisfirði týsmorgunin, og tað tekur ikki meira enn tríggjar tímar at koyra upp til Mývatn og eitt sindur longri til Akureyrar.

Tað er sera hugtakandi at koyra eftir íslendska hálandinum, stórbært og oyði, og at njóta litspælið sum Kjarval var slíkur meistari í at avmynda. Hetta er saga land og meðan tú koyrir á góðum vegi, fer tú at hugleiða um ikki gomlu kapparnir, Egil Skallagrímson, Njál og Gunnar á Líðarenda, hava tvísporað henda vegin!

Hjá teimum sum elska fugl er Mývatn eitt eldorado! Vulkanska Gosbaðið við Mývatn er óført at hvíla seg í aftan á koyriturin, og tað eru fleiri góð hotel har, millum annað nýggja Fosshotellið.

Øll hotellini við Mývatn hava gott lambskjøt á matarskránni og síl roykt á lambasparlum – soleidis hava teir konserverað i øldir.

Vit vilja eisini viðmæla øllum at síggja Fuglasavnið á Mývatni – høvdu vit bert havt slíkt her, ansurin fyri fugli her á landi er lítil í løtuni.

Fer tú ikki á Mývatn, men velur heldur at fara út í firðirnar við Egilsstaðir, er sera nógv forvitnisligt at síggja og nógv áhugaverd søvn.

Summi velja at gista týsnattina í landi, og so koma umborð aftur mikukvøldið. Og hevur tú biðið um borð á Simmer Dim, skal tu gleða teg. Janus Einar Sørensen er ein av okkara frægu kokkum, og hevur hannn arbeitt á Koks og tað sæst aftur í frálíku 7-rætta matskránni hjá honum. Janus Einar hevur gjørt Simmer Dim til eina matstovu á altjóða støði.

Har er nógv sera forvitnisligt td., cullotta, sum er turkað umborð, ein flótandi hjallur! Culottan smakkaði sera væl og ein fínur brellbiti, og so var ræst fiskasúpan, skøturavar, laksur, tartarur, hummari, neytakjøt úr Lorvík og sera fínar dessertir. Tað eru yvirhøvur føroyskar rávørur.

Rættirnir vóru allir sera vælsmakkandi og elegant og raffinerað borðreiddur og ein góð vínskrá og føroyskt bjór.

Sær til hjálpar hevur Janus Einar unga kokkin Hans J Abrahamsen, og fyri serveringini hetta kvøldið stóð Emely Tinudóttur Tjørná. Hesi skulu øll hava nógv rós fyri eitt perfekt kvøld!

Simmer Dim er flótandi føroysk gastronomi sum vil nakað.

Tað eru sera nógvir útlendingar sum royna matin í Simmer Dim, og eru hugtiknir av okkara ræsta og smakkuniversi yvirhøvur. Simmer Dim er fín reklama fyri okkara skjótt vaksadi gastroferðavinnu.

Aftaná ein góðan døgurða kundi tú seta teg við einari Slupp Øl og hoyra Leu Kampman og Vinjard tulka Leonard Cohen.

Áðrenn tú so fer í land hósdagin bar til at njóta smyrjibreyð á Simmer Dim, hetta er klassiskt smyrjibreyð, men við føroyskari nýhuxan, sera fínt.

Eg vil viðmæla øllum at royna henda møguleika fyri einari fínari “mini” feriu í Íslandi.

Johan Mortensen