Jalig menning til ung foreldur!

2012-11-01 19:35

Í Føroyum hava vit lutfalsliga eitt sera stórt tal av ungum foreldrum, sæð í mun til fólkatalið. Til dømis kann nevnast, at í 2011 vóru 31 børn fødd av mammum, ið vóru 19 ár og yngri. Meginparturin av teimum búgva í Tórshavnar Kommunu


Hesar ungu mammur og pápar eru fantastisk og nógv av teimum megna uppgávuna væl. Men - avbjóðingarnar eru ofta nógvar, tí samstundis sum tey gerast foreldur á fyrsta sinni, eru tey tannáringar, mitt í tilgongdini til at gerast vaksin, fáa útbúgving o.s.fr.


Gransking í londunum rundanum okkum vísir, at ung foreldur hava trupult við at fóta sær í samfelagnum. Tey hava trupult við at fáa útbúgving, bústaðarmøguleikarnr eru ofta skerdir vegna høgan kostnað, og tey halta ofta eftir sosialt. Henda støðan hjá foreldrunum kann hava stórar avleiðingar fyri barnið, bæði viðvíkjandi kognitivari menning og framtíðarmøguleikum. 


Gransking og royndir frá verkætlanum vísa eisini, at jaligur stuðul, ráðgeving og vegleiðing, økir menniskjaligu og sosialu møguleikarnar munandi. Um ungu foreldrini skula megna uppgávuna, samstundis sum tey gerast sjálvbjargin sum menniskju og foreldur, er tí neyðugt, at skapa fortreytir fyri jaligari menning, til besta fyri bæði foreldur og barn.


Tórshavnar Kommuna eigur at ganga undan, við einum sjálvbodnum jaligum tilboði til hesi ungu foreldur. Ikki einari nýggjari sosialari fyriskipan, ella einari fyriskipan frá Barnaverndartænastuni, men einum tilboði, sum kann gera ungu foreldrini før fyri, at menna seg burtur frá sosialum fyriskipanum, til at gerast sjálvstøðug sum menniskju og foreldur.


Eitt slíkt uppbyggjandi tilboð kann t.d. gerast við, at kommunan letur eitt hús, sum bæði er egnað til bólkar og einstaklingar. Starvsfólkið kann vera ein samanrenning av viðkomandi fakfólki, sum frammanundan hava sítt arbeiðsøkið í kommununi. Tilboði kann vera eitt samstarv millum heilsufrøðingar, námsfrøðingar, sálarfrøðingar, sosialráðgevarar og onnur, sum eru før fyri at veita vitan, ráð og vegleiðing til ungu foreldrini viðvíkjandi persónligari menning, foreldraleikuti, menning og trivnað hjá barninum, útbúgvingarmøguleikum, bústaðarmøguleikum o.s.fr.


Nógv verður í hesum døgum eisini tosa um fátækradømið hjá støkum foreldrum og barnafamiljum. Í EU høpi verður júst arbeitt við slíkum mennandi tilboðum til tey ungu, til tess at betra um persónliga og útbúgvingarliga støði, sum fyribyrging móti fátækradømi hjá børnum og teirra familjum.


Verið eg vald í býráði á komandi kommunuvali, vil eg gera mítt besta til, at eitt slíkt tilboð kann gerast veruleiki í Tórshavnar Kommunu, ungu foreldrunum, børnunum og samfelagnum at frama.


Ingvør Justinussen, valevnið hjá Fólkaflokkinum