Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Jákup Sverri Kass stillar upp fyri Sambandsflokkin

2020-10-13 10:33
Kommunalpolitikkur - 

Eitt kent andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið í Tórshavn

Jákup Sverri Kass er føddur í Tórshavn í 1977. Hann er uppvaksin í Havn, burtursæð frá árunum, hann búðleikaðist í Aarhus í útbúgvingarørindum. Síðan hann flutti heimaftur hevur hann búleikast í Hoyvík. Hann hevur 4 børn.

Jákup Sverri er útbúgvin cand.ling.merc á Handilsháskúlanum í Aarhus, hevur royndir sum leiðari og stjóri, og starvast í dag sum undirvísari á Vinnuháskúlanum.

Hann hevur stóran áhugað fyri samfelagsviðurskiftinum, ítrótti, serliga hondbólti.

Jákup Sverri sat á Føroya Løgtingi frá 1998 til 2001.

Grundin til, at hann stillar upp er fyri at varpa ljós á mál, sum hava týdning fyri tey, sum hava valt at seta búgv í Tórshavnar Kommunu, og í staðin fyri at standa á síðulinjuni og bara hyggja at, valt at gera nakað við tað.

Míni hjartamál, sum eg serliga vil fremja og gera nakað við eru:

Ferðsluviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu, herundir á Karlamagnussarbreyt. Mín áskoðan er, at tað í stóran mun eru tilfeldigheitir, sum stýra ferðslu- og samferðslupolitikkinum í Tórshavnar Kommunu. Seinasta dømi er, hvussu mann hevur spælt sær av við grótið frá Sandoyartunlinum, við tí úrsliti, at 1000 tals av lastbilum koma til at koyra ígjøgnum Havnina komandi árini. Tað ikki gott nokk.

Karlamagnussarbreyt er merkt av líkasælu og manglandi áhugað úr Tórshavnar Kommunu. Karlamagnussarbreyt og við Skúlan við Løgmannabreyt er ein stórur trupulleiki, sum Tórshavnar Kommuna onki hevur gjørt fyri at loysa, og trupulleikin bara veksur dag fyri dag. Hetta vil eg gera nakað fyri at loysa.

Fjarhitafelagið, sum veitir hita til gott 1400 húskir í Tórshavnar Kommunu er merkt av manglandi gjøgnumskygni og sambært ársroknskapinum 2019 eisini av týðandi manglum í innanhýsis eftirlitinum. Tey, sum er knýtt í skipanina hjá Fjarhitafelagnum hava í árvís goldið ein yvirprís fyri hitan. Hóast hetta, so hækkar skuldin bara, og tað eru tey, sum eru tvungin uppí fjarhitaskipanina, sum skulu gjalda kostnaðin. Starvsfólkakostnaðurin er hækkaður við 25% frá 2017 til 2019. Eg vil arbeiða fyri fullum gjøgnumskygni í samband við virksemi hjá Fjarhitafelagnum.

Eg eri ein av teimum, sum er troyttur av at hoyra býráðslimir lýsa við einum hitapotti her og har; at hava gjørt ávís smávegis fyri súkklistar og tílík smáting. Tað eru stórar avbjóðingar fyri framman, um so er, at mann vil hava framhaldandi trivna og vøkstur í Tórshavnar Kommunu.

Eg kann ikki lova tykkum vallyftir í 100 millióna-klassanum, men eg kann lova tykkum, at eg vil arbeiða fyri framburði, gjøgnumskygni, hovligari fíggjarstýring og betri umstøður til tey, sum búgva og virka í Tórshavnar Kommunu.

Er hetta nakað fyri teg, so er at seta X við Jákup Sverra Kass, valevni fyri Sambandsflokkin.

Føroya Væl

RN