Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jákup Mikkelsen ilt í afturpartinum av høvuðsstaðnum

Partamaður mín Jákup Mikkelsen er valdur upp í landspolitikk,men hann megnar ikki at viðgera landspolitskt evni uttan at leggja eftir høvuðsstaðnum.

Jákup Mikkelsen er mín partamaður, og báðir eru vit klaksvíkingar. Eg noyðist tó at tala at honum, tá hann í almennari viðmerking í 16. sep. á vp.fo, ikki megnar at halda høvuðsstaðin uttanfyri í síni roynd at lýsa Norðoyggjar sum eitt búskaparliga einsamalt og forfjónað øki í Føroyum.

Tórshavnar kommuna hevur raðfest sínar íløgur bæði við atliti at tørvinum hjá kommununi og sum part av samlaða íløgukarminum hjá Føroya landi. Jákup Mikkelsen sigur m.a. í sínum lesarabrævi, at Tórshavnar kommuna arbeiðir við at spreingja Glyvursnes burtur og søkkja tað í Nólsoyarfjørð. Hann sigur, at hetta kostar hálva milliard, samstundis sum Føroya besta natúrhavn kemur at liggja einans 10 km frá Skansanum, tá Skálafjarðartunnilin letur upp. Tað fellir honum eisini fyri bróstið, at Glasir er ein 2-300 milliónir krónur dýrari verkætlan í Havn sammett við upprunaligu ætlanina.

Jákup Mikkelsen eigur at vita, at tað verða hvørki ein natúrhavn á Skálafjørðinum ella vantandi útbúgvingarlig viðurskifti í Klaksvík, sum koma at avgera, hvussu Tórshavnar kommuna sum sjálvstøðug kommunal eind í Føroyum og høvuðsstaður Føroya skal raðfesta síni viðurskifti innanhýsis í kommununi. Høvuðsstaðurin hevur tørv á góðum havnarviðurskiftum, og høvuðsstaðurin leggur fegin grundøki til almennar stovnar, tá tørvur er at leggja hesar stovnar í Havn.

Um tað ikki gongst eftir vild í Norðoyggjum, so er tað kanska politiska handalagið hjá Jákupi Mikkelsen og øðrum, sum skal styrkjast, áðrenn hann dregur høvuðsstaðin upp í sína landspolitisku gremjan og stúran.

Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Form. í vinnunevndini