Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ja takk til eindarleiðslu

2019-10-27 17:57

Kjakið um bygnarbroytingarnar á dagstovnaøkinum er sera ónuanserað, haldi eg.

Kjakið er ikki nýtt, als ikki. Eg var sjálv í einum arbeiðsbólki, sum arbeiddi við hesum broytingum. Tað vildu táverandi politikkarar hava. Hetta var sera meiningsfult arbeiði um at skipa dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu, so at tað verður meiri javnvág í tænastuni, sum kommunan veitur.

Fleiri av hesum býráðslimum, sum sum nú siga seg vera harðliga ímóti somu broytingum, ætlaðu í teirra tíð í meiriluta sjálvi at seta hetta í verk – ja, fleiri ferð.

Soleiðis er politikkur, ha?

At vera einsamøll í leiðsluuppgávuni

Eg havi sjálv arbeitt sum dagstovnaleiðari í skjótt 18 ár. Hetta starvið er eitt tað mest týdningarmikla í verðini, tað vita vit øll, og hóast øll siga seg vera samd um júst hetta, so sæst tað als ikki aftur í lønini og ei heldur í okkara arbeiðstreytum.

At vera dagstovnaleiðari er fantastisk, meiningsfult og er eitt starv við stórari ábyrgd.

Men tað er eisini eitt tað mest einsamalla starvið, tú kann velja tær!!!

Sum dømi kann eg taka meg sjálva. Í øll hesi árini, eg havi starvast, havi eg ONGANTÍÐ upplivað, at ein leiðari spyr meg, hvussu eg havi tað í minum starvi. Og tað er ikki tí, at mín leiðari ikki hevur áhuga fyri mær, als ikki!

Men tað er tí, at á dagstovnaøkinum er ein heilt serlig mentan. Ein mentan, sum hevur verið so leingi eg veit um. Henda mentanin gevur stórt frælsi, men eisini stórt einsemi.

Sum dagstovnaleiðari skal tú skipa fyri, at tíni starvsfólk hava tað gott, at tey trívast og mennast – og somuleiðis er kjarnuuppgávan í starvinum, at børnini trívast, mennast, mentast og verða sædd av námsfrøðingunum. Og tað sama er galdandi fyri foreldur.

Alt hetta byggir á relatiónir, og alt hetta byrjar og endar við stovnsleiðaranum. Stovnsleiðarin eigur hesa uppgávuna.

Í gerandisdegnum skal stovnsleiðarin vera árvakin og taka fulla ábyrgd, tá okkurt er á vási. Tá børn ikki hava tað gott, tá tey eru umsorganarsvikin, eru útsett fyri ágangi, ella okkurt er við menningini.

Hetta ger stovnsleiðarin saman við námsfrøðingunum og hjálparfólkum á stovninum.

Eisini skal stovnsleiðarin fylgja fíggjarleistinum eisini hóast tað er sera trupult.

Stovnsleiðarin skal eisini samskifta við nærum allar deildir í kommununi og hevur stóra ábyrgd, tá tað kemur til sjálvan bygningin. Her er tað sum við fíggingini, nærum ein ógjørlig uppgáva hjá stovnsleiðaranum at klára einsamallur.

Eg kundi hildið áfram at greitt frá, hvussu arbeiði hjá einum dagstovnaleiðara sær út í gerandisdegnum – eg giti tit skilja, hvar eg eri.

Størsta týdning í øllum hesum er, at stovnsleiðarin hevur vit og skil við sær OG at stovnsleiðarin kennir relatiónsarbeiðið. Alt snýr seg um relatiónirnar – sambandið millum menniskju.

Stovnsleiðarin skal eisini ansa eftir sínum starvsfólkum, so tey ikki verða strongd av mangan sera stóru og álvarsomu uppgávunum.

Men hvør ansar eftir stovnsleiðaranum og hjúklar um hann?

Sum nú er, ger eingin tað, ella eg veit ikki, hvør ger tað!

Inni í mær veit eg væl, at um eg vendi mær til mín leiðara, so er hon bæði skiljandi og umsorganarfull, hon er bara alt ov langt burtur frá mær í gerandisdegnum. Tað vil siga, at eg havi sum stovnsleiðari IKKI eina relatión til mín leiðara.

Orsøkin er, at mín leiðari sjálv hevur eina ómøguliga leiðsluuppgávu, - at hava tætta relatión til teir nærum 40 dagstovnaleiðararnar í kommununi.

Hon hevur tí ongan møguleika at vita, hvussu eg havi tað við mínum gerandisuppgávum og leiðsluuppgávum sum heild, ei heldur hjá mínum kollegum.

Tað er her, at eindarleiðarin kemur inn í myndina.

Hesin skal, millum annað, hava sum uppgávu at vera tættari uppá stovnsleiðaran, skal hava ábyrgd av fakligari sparring og tryggja, at strongd ikki etur stovnsleiðaran upp.

Nærleiðsla og økt normering

Eg kenni væl kritisku røddirnar um eindarleiðslu, og eg skilji sera væl óttan og kritikkin, serliga tá eg hugsi um, hvussu t.d. tað er fleiri staðni á Almannaverkinum og somuleiðis á dagstovnaøkinum í Danmark viðvíkjandi eindarleiðslu har.

Hesin leisturin, sum tey hava brúkt, hevur skapt stóra fjarstøðu millum leiðsluliðini og hevur máað støðið undan námsfrøðini á økinum. Men hetta er IKKI tað, sum liggur í uppskotinum um eindarleiðslu í Tórshavnar kommunu.

Her er talan um nærleiðslu, har vit sum dagstovnsleiðarar fyri fyrstu ferð nakrantíð kunnu fáa eina tætta relatión til okkara leiðara. Hvør kann vera ímóti tí?

Eg veit væl, at leiðsla er ikki alt. Partur av kritikkinum eisini í Almannaverkinum og í Danmark er, at fleiri staðni ber snøgt sagt ikki til at arbeiða námsfrøðiliga, tí har vanta tímar og tíð.

Tímar og tíð til at skapa góðar mennandi relatiónir, sum er berandi kraftin í okkara arbeiði.

Og at vit í Tórshavnar kommunu hava tørv á fleiri tímum til børnini – tað eri eg púra samd við øllum í. Tí inniheldur uppskotið, sum býráðið nú skal taka støðu til, eisini fígging til økta normering – økta tíð saman við børnunum.

Byrjanin til eitt betri dagstovnaøki

Tað vil eg arbeiða víðari við at ávirka politiskt, so at fáa fleiri tímar verða til hvørt barnið. At taka stovnsleiðaran heilt úr normeringini, er einasta gongda leiðin. Fíggjarleisturin skal broytast.

Í mær er eingin ivi um, at ætlanin, sum vit í samgonguni arbeiða við, har vit skipa eindarleiðslu OG seta pengar av til fleiri tímar, er ein góð byrjan uppá at menna dagstovnaøkið.

Tað skal eingin ivi vera um, at eg sera væl kenni avbjóðingarnar á økinum viðvíkjandi bæði námsfrøði, fíggjarleisti og normering, og at eg brenni fyri hesum økinum.

Eg vil, at øll børn í Tórshavnar kommunu fáa eitt gott dagstovnalív, har tey saman við námsfrøðingum, leiðara og starvsfóki annars mennast og fáa ein tryggan og góðan gerandisdag.

Sum nú er, kann Tórshavnar kommuna, ikki bjóða øllum børnum hetta. Tað er sera stórur munur á stovnunum, og hóast eg haldi tað vera av alstórum týdningi, at tilboðini eru myndað av starvsfólkunum, sum starvast á stovnunum, so haldi eg tað hava sera stóran týdning, at Tórshavnar kommuna kann bjóða eitt gott, trygt og mennandi tilboð til øll børn í kommununi.

Eindarleiðsla og økt normering er byrjanin til hetta.

Turið Horn

Dagstovnaleiðari og býráðslimur


Ja takk til einadarleiðslu endaligt.docx