Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

J. Arge: Býráðið hevur samtykt sín fíggjarkarm fyri Musikkskúlan

2014-04-16 23:17

Nú hevur borgarstjórin talað. Hann óttast fíggjarligan skaðasjógv. Tamarhald má fáast á kostnaðinum fyri Musikkskúlan! Hann er so dýrur at byggja har, hann er ætlaður, at nú komið er fram undir bygging eftir fleiri ára fyrireiking, skal hann flytast burtur haðani.

Ræðumyndin um, at Musikkskúlin helst fer at koma upp á 100 mió. kr., er tikin púra úr leysum lofti. Tórshavnar býráð hevur samtykt ein fíggjarkarm fyri Musikkskúlin. Hesa avgerð tók býráðið einmælt so seint sum í desember í fjør. Karmurin at byggja fyri er 67 mió. kr.

Inni í hesum fíggjarkarmi er ein nýtíðar musikkskúli gjørdur eftir øllum framkomnum ljóð- og frálærureglum. Hann er um 2000 fermetrar við einum orkesturhøli upp á 300 fermetrar við síðuna av.

Í sama fíggjarkarmi er peningur, sum er ætlaður til at keypa grannahúsini til tess at optimera staðsetingina,eins og ein mettur kostnaður fyri grótið, ið skal fyllast í útgrevsturin. Nú vit eru komin so langt við ætlanini, kann onki stórvegis koma afturumaftur.

Í peningaligu uppstillingini fær sjálvur kommunukassin ein ávísan prosentpart av byggiútreiðslunum fyri projektumsiting á Vaglinum, landskassin fær 6,25 prosent í mvg, og avsett er somuleiðis til rímiligar óvæntaðar útreiðslur.

Allar royndir, sum eg havi frá byggiarbeiðum hjá Tórshavnar kommunu, vísa, at tølini eru í lægra lagi, tá lagt verður til brots, og hækka so líðandi, til endaliga avgerðin verður tikin. Afturfyri hava vit ið hvussu er í stórum skúlabyggingum verið røsk at halda tær endaligu kostnaðarætlanirnar.

Ein Musikkskúli er ikki hvør sum helst bygningur. Hann setir eitt nústór krøv til tey akustisku viðurskiftini, sum eru avgerandi fyri nyttuna, sum næmingar og lærarar kunnu fáa burturúr.Tí er tað púra nattúrligt, at fermetraprísurin verður hægri enn í vanligum skúlum.

Við verandi loysn í Sortudíki fáa vit ein Musikkskúla, sum ikki liggur í einum króki í býnum. Hann stendur frítt fyri á miðjari leið millum Argir og Hoyvík og miðjari leið millum miðbýin og Ternurygg. Hann stendur eisini undir liðini á besta og størsta framførsluhølinum í høvuðsstaðnum, Norðurlandahúsinum.

Fyrireikingarnar hava tikið tíð. Forðingarnar hava verið nógvar, summar av ósketni og aðrar kanska av mótvilja, men eg og fleiri við mær mundu halda, at tá breiða samstarvið í býráðnum gjørdi sínar samtyktir 12. desember í fjør við nágreiniligum fíggjarkarmi v.m., vóru vit um at koma á mál.

Soleiðis ljóðar ikki nú. Partvís í duldum hevur verið arbeitt á aðrar bøgir, og nú skal alt runnveltast aftur.

Tað er bæði harmiligt og hugstoytt, og mær rennur í hug, at hetta málið er farið at líkjast málinum um miðnámsskúla í Suðuroy, sum fyri einhvønn prís skuldi flytast á annað stað - kosta, hvat tað kosta vildi. Sporini haðani ræða almikið.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi

(Lagt út á Lesaran: L.Láadal)