Yvirtak epedemilógina so vit hava allar neyðugar heimildir at basa Koronu

Fílurin í rúminum gerst størri og størri, nú landsstýrið og
løgmaður roynir alt tey eru ment, at sleppa uttanum at gera tað einasta, ið
skal og má gerast fyri at basa Korona smittuni: At yvirtaka epedemilógina!



Heilsumál kunnu yvirtakast uttan samráðingar. Tað merkir, at
lóg kann leggjast fyri løgtingið um at vit yvirtaka epedemilógina og verður hon
samtykt, kann løgtingið seta donsku epedemilógina í gildi beinanvegin, - við
teimum broytingum sum løgtingið mátti ynskt at gjørt, ella við seinni
tillagingum. Har skal ongin viðgerð í danska fólkatinginum til, - lógin er
yvirtikin í tí løtu løgtingið hevur samtykt hana.



Vit rinda allar útreiðslur sum er nú av hesum økinum, so tað
hevði ikki merkt nakra eyka útreiðslu.





Tí stendur spurningurin og rópar út í rúmið: Hvar eru
miðlarnir? Hví hava teir enn ikki sett løgmanni spurningin: Hví yvirtaka tit ikki epedemilógina? Ella
spurt nærri um hvørjir aðrir møguleikar eru, um man ikki vil yvirtaka.



Og hvar er Fólkaflokkurin? Hví ynskja tey ikki at spara
almenna kassan fyri hesar 10-tals milliónir, ið fara til at testa øll
ferðafólk? Hesar púra óneyðugu og órímiligu pengar sum føroyski skattgjaldarin
skal rinda. Og sum alt løgtingið er samt í er púra burturvið. Hví vísir
flokkurin ongan stirðil og krevur at yvirtaka hesa týðandi lóg, ið er avgerandi
fyri at vit kunnu tálma Koronu? Er ongin vilji ella máttur til sjálvræði eftir
í flokkinum?



Um vit høvdu ræðið á okkara egnu epedemilóg
høvdu vit – um vit ynsktu tað – kunnað:



o  
KRAVT at ferðafólk rinda fyri testing



o  
KRAVT at ferðafólk lata seg testa 6. dagin



o  
KRAVT at ferðafólk fara í sóttarhald til næstu
kanning



o  
KRAVT at matstovur, barrir o.a. stongdu kl xx



o  
KRAVT at fólk brúka masku í almenna rúminum



o  
KRAVT at fólk ikki høvdu loyvi at savnast td á ólavsøku,
stevnum, brúdleypum, meðan smittan er í útbroti.



o  
OSFR.



Sum nú er kunnu vit bert mæla til, og tí fáa vit hesi
afturstigini, sum vit uppliva nú.



Vit hava hoyrt fútan sagt tað óteljandi ferð, at so leingi
tað bara eru tilmælir so hevur løgreglan onga heimild at steðga fólki í at
savnast.



Smittan fer at vera millum okkum í rúma tíð aftrat, kanska
eitt ár ella meir. Vit mugu hava ræðið á lógini, ið kann basa smittuni.



Løgmaður sigur, at tað er innviklað mál, hóast hann fullvæl
veit, at tað er sera einfalt.



Løgmaður hevur tvinnar møguleikar. Um hann ikki vil yvirtaka
lógina, kunnu føroyskir myndugleikar biðja danska Fólkatingið samtykkja eina
serlóg fyri Føroyar, um at vit vilja hava hesar og hasar heimildirnar, og tá er
tað danska Fólkatingið, sum skal viðgera føroysk viðurskifti. Hetta kann gerast
ein drúgv tilgongd og tað er púra óhoyrt at biðja danskar politikarar viðgera føroysk
innanríkis viðurskiftir.



Hetta landsstýrið vil ikki fyri nakað í verðini hava ábyrgd
av at hava yvirtikið eina lóg. Tað er har hundurin liggur grivin og longri er
tann søgan ikki.



Gunvør Balle