Yvirlýsing frá kvinnudagstiltaki hjá Unga Tjóðveldinum

Unga Tjóðveldið ásannar, at tað er fíggjarligur ójavni millum kynini. Av øllum útgoldnum lønum í Føroyum, verður 62% útgoldið til menn og bert 38% til kvinnur. Umframt hetta, er ein triðingur fleiri kvinnur í fátækraváða, enn menn. Sáttmálasettar viðbøtur fella oftast á tey mansdomineraðu størvini. Hetta eru nakrir trupulleikar, ið gera, at kvinnur, reelt, eru verri fyri fíggjarliga, enn menn.




Fyri at bøta um fíggjarligu korini hjá kvinnum, kunnu hesi tiltøk setast í verk:
- Barsilsskipanin verður umskipað, soleiðis, at hvørt foreldur fær 4 mánaðir og restin verður deild eftir ynski.
- Lønin skal hækkað á almennum kvinnudomineraðum størvum.
- Eftirlønarskipanin skal gerast samhaldsfastari.




Vit væntað, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Henrik Old, taka ábyrgd av hesum trupulleikum og betra um fíggjarligu korini hjá kvinnum í Føroyum.