Wild-west í Norðuratlantshavi


“Vit mugu seta krøv til skip í okkara sjóøkið. Hvør annar skal gera tað?” Orðini eigur Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismaður í heilsumálum. Hann fýltist fyri nøkrum døgum síðani á framferðarháttin hjá Russiska skipinum Yantarnyy, sum rýmdi til fiskiskap uttan at manningin varð kannað fyri COVID-19, tá skipið lág við bryggju í Ánunum fyri kortum.



Um mánaðarskiftið juli-august lógu trý skip við bryggju, har manningin var smittað við COVID-19. Ikki nokk við tí. Talan var her um somu skip, sum teljast millum tey, ið Runavíkar kommuna hevur noktað at koma til Runavíkar Havn, tí hesi skipini órógva út um øll mørk.



Borgarar í Ánunum sendu áheitan til Klaksvíkar Býráð um at flyta skipini, tí tey órógvaðu so illa. Men kommunan gjørdi einki.



Nú endurtekur søgan seg. Skipið Yantarnyy hevur nú í 10 dagar og nætur ligið á Oyrareingjum og órógvað borgarar á staðnum. Russisk skip av hesum slagnum sleppa ikki inn í havnir í grannalondum okkara. Men her hjá okkum ber alt til. Her sleppa russisku reiðaríini at gera sum teimum lystir.



Hendingin vísir okkum, at ábyrgdarhavandi fyri russisku skipini ikki hava minstu virðing manningini umborð á skipunum, líka so lítið sum teir hava virðing fyri teimum, sum hava heim síni nærhendis havnunum, har skipini liggja.



Her eru eingi myndugleikakrøv, sum kunnu verja heimafriðin hjá teimum, sum búgva kring havnaløgini. Føroyar eru Wild West í Norðuratlantshavi.



Og hví skuldu russisku reiðaríðini - ella umboð teirra - haft virðing fyri heimafriðinum hjá okkum borgarum her á landi, tá ið mangir av okkara egnu myndugleikum ikki tykjast at hava tað?

Heimafriður