Vit mugu samskifta betur

Skal fyrst og fremst ynskja andstøðuflokkunum til lukku
við flotta úrslitinum. Hóast veljarakanningar ikki eru endaligar, men geva eina
ábending um, hvat fjøldin heldur um førda politikkin, mugu vit viðganga, at vit
hava ikki samskift nóg væl. Tað er eingin loyna, at andstøðan er ósamd við
førda politikkinum, men hon kann ikki vera ósamd í góðu úrslitunum, tí tey tala
fyri seg.



 



Arbeiðsloysið er lækkað úr 6,6% niður í 4,4%.
Bilhandlarnir klára seg væl. Møblasølan gongur væl. Samgongan hevur ikki bara
samtykt, men er farin undir at byggja Marknagilsdepilin. Samtykt at útbyggja
skúlararnar í Klaksvík og á Kambsdali. Samtykt at byggja 16 íbúðir til
sálarsjúk í Tórshavn. Vit hava lækkað skattin munandi, men vit ætla at lækka
skattin uppaftur meir.



 



Eg kundi hildið fram við góðu avrikunum, men vit mugu
ásanna, at vit hava ikki samskift nóg væl. Tað hevði verið lætt at farið eftir
andstøðuni og fjølmiðlunum, men tað er ein ov løtt undanførsla.
Veljarakanningin gevur okkum eina løtumynd, sum vit verða noydd at taka til
eftirtektar. Vónandi kunnu vit taka veljarakanningina til okkum, so vit í
framtíðini samskifta betur við veljaran.



 



Tað hevur hann uppiborið.



 



Hanus
Samró, l
øgtingslimur fyri fólkaflokkin