Vit eiga styrkja og menna yrkisútbúgvingar

Rákið í Føroyum, eins og í londunum rundanum okkum, er, at alsamt fleiri ung velja gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, meðan færri velja yrkisútbúgvingar. Ein av orsøkunum til skeiklaðu gongdina er, at gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hava verið raðfestar hægri enn yrkisútbúgvingar, av politiska myndugleikanum. Til dømis, hevur man síðan 2009 lagt stóra orku í at útvega øllum pláss á miðnám, uttan at spyrja, um hetta var tað, ið øll hesi ungu høvdu hug og evnir til. Skeiklaða gongdin kann gerast ein alsamt størri trupulleiki við tað, at vit koma at hava nógv ung, ið ikki fingu tað útbúgving, ið tey ynsktu sær, samfelagið kemur at mangla yrkislærda arbeiðsmegi, og møguleikarnir fyri vinnuligum vøkstri gerast færri.




Nógv tos um yrkisútbúgvingar og fleiri lærlingar
Samgongan hevur tosað nógv um at vit mugu fáa fleiri lærlingar. Hetta hevur tó bert verið tos, øll átøk, ið kundu verið við til at útvega fleiri lærupláss eru feld. Vit hava ístaðin innflutt handverkara og í eini tíð har byggivirksemi er í hæddini eru tað 20 færri lærusáttmálar undirskrivaðir í 2014 enn 2013, nevniliga 228 í mun til 278 í 2013.




Henda gongd vísir tíðuliga, at onki er gjørt við at økja um talið av læruplássum. Hvørki hvat viðvíkur, at útvega fleiri læripláss eiheldur at seta krøv til byggivinnuna um at seta lærlingar, í samband við útboð av almennum arbeiðum. Hetta eru átøk, ið okkara grannalond hava framt seinnu árini.




3 milliónir til uppraðfesting av yrkisútbúgvingum í 2015
Fíggjarlógin er júst samtykt. Millum uppskotini, ið andstøðan hevði, í alternativu fíggjarlógini vóru 3 milliónir til at nýskipa, menna og fjøltátta yrkisútbúgvingarnar.




Tí vit ásanna at neyðugt er at uppraðfesta yrkisútbúgvingar. Talan kann vera um fleiri átøk, fleiri læripláss, endurskoða verandi útbúgvingar, seta á stovn fleiri yrkisútbúgvingar og skipa meiri kunning og vegleiðing um yrkisútbúgvingarnar.




Í hesum sambandi eigur greiða at vera fingin á, hvussu yrkisútbúgvingar kunnu skipast so tær økja um áhugan hjá ungdóminum. Ungdómurin eigur at vera spurdur hvørjar yrkisútbúgvingar tørvur og áhugi er fyri, soleiðis at nýggjar útbúgvingar kunnu verða stovnsettar. Eisini er neyðugt at útboðið av hesum útbúgvingum gerst attraktivt og viðkomandi fyri bæði kynini. Sum nú er eru tað heilt fáar gentur, ið fara yrkisvegin, hetta orsaka av vantandi valmøguleikum.




Ítøkiligar broytingar og uppraðfestingar eru lyklaorð í menningini av yrkisútbúgvingum. Tí eiga vit sum politikkarar í samstarv við ungdómin og vinnuna at finna fram til eina loysn, ið kann bøta um støðuna soleiðis at skeiklaða gongdin broytist til fyrimuns fyri bæði ungdóm og vinnu.




Eyðgunn Samuelsen,

løgtingskvinna