Víst raðfestir Tórshavnar kommuna børn og næmingar við ADHD

Tað er langt frá veruleikanum tá Bjørg Dam vil vera við at
børn við ADHD ongan góðan eiga í høuvðsstaðnum. Veruleikin er, at Tórshavnar
kommuna veitir børnum við avbjóðingum - m.a. ADHD - fleiri ymisk tilboð og
hetta hevur stóra raðfesting politiskt. Kanska eigur Bjørg Dam at venda
kanónini móti Heilsumálaráðnum, sum enn ikki hevur livað upp til vallyftini um
at avskaffa bíðilistarnar til m.a. børn og ung við ADHD á psykiatrisku deildini.



Viðvíkjandi Skúlanum á Fløtum so var byggiskráin fyri skúlan
samtykt av fyrrverandi býráð, so Bjørg Dam kann spyrja sínar floksfelagar, hví
ongin ADHD serflokkastova var ætlað at vera á skúlanum.



Heldur ikki hava limirnir hjá Javnaðarflokkinum í
mentamálanevndini og í bygginevndini fyri skúlan nakrantíð tikið upp á tungu,
at tørvur er á at skipa serflokkastovu til ADHD í nýggja bygninginum.



 



Tað er tíverri eitt vaksandi tal av børnum, ið hava nógvar
ymsar avbjóðingar, har ADHD bert er ein av mongum. Kommunan hevur eina røð av
tænastum og tilboðum at hjálpa hesum børnum:



Innan økið børn og ung:



-        
10 mió kr eru settar av til “Tìmagrunnin” har
dagstovnar kunnu søkja um at skipa serlig tilboð til børn við avbjóðingum, í
løtuni eru uml 150 børn í hesi skipan.



-        
Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir dagstovnum og
frítíðarskúlum fakliga ráðgeving m.a fyri at tryggja fakliga innihaldið í
játtaðu tiltøkunum



-        
Skipaðar serstovur til børn við avbjóðingum. Í
løtuni eru 4 kommunalar serstovur har 24 børn ganga



-        
Í 2019 bleiv stovnað eitt integrerað
heildartilboð fyri næmingum, við sernámsfrøðiligum tørvi við skúla og
frítíðarskúla fyri 1-3 fl. – nevnt Eindin í Hoydølum, skipað undir
Eysturskúlanum. Hetta skúlaárið eru nú 6 næmingar í tilboðnum og í fjør vóru
tríggir. Tilboðið kemur stigvíst at vaksa og komandi tvey árini upp til umleið
12-15 næmingar. Partur av hesum málinum er eisini at samtykkja
inklusiónspolitikk.



Mentamálanevndin hevur í fleiri umførum viðgjørt mál um
serøki bæði á skúlum og dagstovnum og funnið ymsar loysnir fyri børn við serligum
ella sernámsfrøðiilgum tørvi, herundir ADHD. Víðkaðu tilboðini á
dagstovnaøkinum fara vónandi eisini at bøta um útlitini hjá fleiri av hesum
børnum og gera tey betri før fyri at fara í skúla og ikki í serflokkar, men
kunna vera knýtt at førleikastovu skúlans.



Á skúlaøkinum eru umframt vanligu førleikastovurnar við
sínum tænastum og serførleikum hesi sertilboð/serflokkar:



-        
Hoyvíkar skúli hevur eitt sera gott tilboð til
næmingar 1-9 fl.  í autismu-spektrinum,
herundir ADHD. Næmingatalið hetta skúlaárið er komið uppá 16 frá at vera 14.



-        
Lopfjølin í Margarinfabrikkini er eisini tilboð
til næmingar við ymsum serligum avbjóðingum. Hetta skúlaárið ganga 7 næmingar
har.



-        
4-10 serflokkatilboðið hjá Skúlanum á Fløtum,
har 33 næmingar við ymsum avbjóðingum, ganga - herundir ADHD. Her fáa næmingar
eitt dygdargott tilboð



Sostatt hevur TK eina røð av ymsum tilboðum á serøkinum til
bæði børn og næmingar í dagstovni, skúla og frítíðarskúla. Umsitingin í
kommununi virkar í tøttum samstarvi við avvarðandi skúla- og dagstovnaleiðslur,
umframt Sernám og Undirvísingarstýrið um at reka og at menna økið fram á leið.



ADHD felagið heldur fast í, at øll tilboð skulu vera
samrunnin fysiskt í sama bygningi so tað ber betri til at veksla ímillum
heimaflokk og serstovu. Hetta er bara ikki so einfalt, tí summi av tilboðunum
samla næmingar frá fleiri skúlum í kommununi og øðrum kommunum. Harumframt – og
kanska mest umráðandi - krevst fakkunnleiki til at duga at handfara mongu og
kompleksu viðurskiftini og sum kunnugt er stórur tørvur á námsfrøðingum.



Skúlin á Fløtum hevur longu uml. 80 børn knýtt at
førleikastovuni og her eru eisini børn við ADHD e.l.. Í nýggja bygninginum eru
tvær førleikastovur, umframt ein røð av bólka- og fundarhølum, ið
førleikastovan eisini kann brúka.



Sokallaða 4-10 tilboði hjá Skúlanum á Fløtum, sum í fleiri
ár hevur húsast í Gula skúla á Landavegnum, er eitt sera gott tilboð til
næmingar við serligum avbjóðingum, m.a. ADHD. Leiðsla skúlans, toymisleiðari,
lærarar og námsfrøðingar hava leingi víst á, at tey ynskja rúmari og betri
hølir og mentamálanevndin og býráðið hevur júst í juni gjørt av, at nú Skúlin á
Fløtum í heyst flytir inn í nýggja bygningin, skal 4-10 tilboði flyta inn í
fyrrv. Argja skúla. Hetta skúlaárið eru 33 næmingar í tilboðnum og er málið at
tað stigvíst kann hækkað til umleið 50 næmingar.



Hetta er veruliga ein raðfesting av teimum børnum, ið hava
nógv at stríðast við og tí hava uppiborið góðar karmar. Fyrrv. Argja skúli er
væl innrættaður, liggur ómetaliga væl fyri niðri við sjóvarmálan, hevur
fimleika- og svimjihøll, góðan skúlagarð og nógv rúmari ræsir til at geva
vaksandi talinum av næmingum eitt enn betri tilboð.



At veita børnum við serligum og sernámsfrøðiligum tørvi eitt
gott tilboð hevur stóra raðfesting í býráðnum. Eyðvitað eru vit ikki komin á
mál, tí vit vita at størri játtan og menning krevst til hetta økið. Í býráðnum
arbeiða vit áhaldandi við at gera batar á hesum øki – og fara fegin í
konstruktivan dialog  við ADHD felagið um
at finna loysnir.



 



Gunvør Balle



Forkvinna í mentamálanevndini