Vinur mín Karl – og ísurin sum hvarv.

 

Fyrst
ferð vit hittust var fyri 20 árum síðani.



Var
ein av teim frægu veiðumonnunum í bygdini og hevði verið á mangari ferð við
hundasletu á ísinum og víddunum handan Kuummiut. Ikki so fáar ísbjarnir hevði
hann felt. Men so kom  brádliga vend í.
Var sum 34 ára gamal farin ein túr við trolara á sumri 1988, tá tilburðurin,ið
broytti lív hansara, hendi. Var áhalsin og datt niður í lastina. Gjørdist lamin
og kom at nýta koyristól. Giftur og áttu tey 7 børn – tað yngsta bert 4 mánaðir.
Veiðimannatilveran var komin at enda, men ikki lívið og teir møguleikar tað
annars hevði at bjóða. Fall ikki í fátt, lat seg ikki steðgað av forðingum, men
festi sinn og eygu á møguleikar. Við hjálp frá avbera røsku konu síni, varð
lagt á annan bógv. Fekk starv á skrivstovuni á Fiskavirkinum í Kuummiut – tað
einasta fiskavirki í Eysturgrønlandi – og gjørdist hann stjóri har nøkur ár
seinri. Hetta starv røkti hann í nærum 30 ár til hann í 2017 legði frá sær.



Fyri
nøkrum døgum síðan var eg aftur á gátt í hugnaliga heimi teirra. Prátið fall
enn einaferð aftur á farnar dagar og hugleiddi hann, sum so mangan, um tíðina,
tá víddirnar vóru kava- og ískladdar. Tjúkkur ísur var á firðinum og til bar
við veiðuferðum víða um. Men so leggur hann, nakað hugtungur, afturat: “Men,
vend er nú komin í. Tað er ikki tað, sum tað hevur verið”
. Í ár var várið
merkt av hita og nógvum regni og so at siga var ísurin horvin.



Hesin
merkismaður veit hvat hann tosar um. Hann er ikki vísindamaður, men hevur sæð
við egnum eygum broytingarnar, sum eru farnar fram hesi seinastu árini. Fyri
nøkrum árum síðan var nærum ikki siglandi úr Kulusuk til Kuummiut, men í ár
ørðvísi. Ongin ísur , bert okkurt hissini ísfall sum sást á fjørðinum.



So
kunni fólk vera samd ella ikki hvat orsøkin til broytingina er, men eitt er
vist, at broytingin er har og hon er ógvuslig. Uttan iva kemst hetta av mannaávum.
Tí má og skal CO2 útlátið minka munandi!



Havandi
komandi ættarliði í huga so er tað ein alheimsskylda at seta munagóð tiltøk í
verk, til tess at minkað CO2 útlátið og dálking sum heild. Tað er eisini okkara
ábyrgd og skylda at hava ein virknan leiklut í hesum týdningarmikla átaki.



Her
mega allar góðar kreftir standa saman og taka lógvatak til tess at venda
gongdini.



Umhvørvispolitikkur
er nakað, sum eigur at fáa eina høga raðfesting. Hetta er nakað, sum komandi
løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.



 



Kuummiut
6.juli 2019



Tordur
J. Niclasen