Vinnan í Tórshavnar Kommunu



Vinnan
í Tórshavnar kommunu!





Vinnan í høvuðsstaðnum er við at skapa
fjarstøðu til restina av landinum. Ein kann spyrja seg sjálvan um hetta er í
lagi ella natúrligt. Svarið er helst ikki einfalt, so tað sleppur at bíða til
eina aðru ferð. Vit kunnu bert staðfesta, at so er!





Tað er eyðsæð, at Havnin má fáa meiri
privata vinnu. Sum nú er, so er meiri enn helmingurin av lønum í Havn frá
almennari síðu. Alt gott um alment starv, men eg hugsi ikki, at hetta skapar
nakran fíggjarligan framburð. Tað hevur stóran týdning, at javnvág er millum
alment tænastuvirki og privatu vinnuna.





Tað er langt síðani at nakar nevnuverdur
fiskaroykur hevur verið í Havn, hví hetta er, so veit eg ikki, men tað ein
sannroynd, at fiski- & alivinnan hevur heima aðrastaðir, enn í Havn!





Vit hoyra dagliga um royndir ella
ætlanir, at flyta almennar stovnar úr Havn, út á bygd. Kanska skulu vit flyta
flakavirkir til Havnar fyri at náa eina javnvág. Ella – sjálvandi - vit økja um
privatvinnuna í Havn, soleiðis at javnvág fæst tann vegin. Her mugu nýggjar
vinnur finnast!





Vit eru í altjóða øldini, har tøkniliga
menningin og altjóða samhandil gongur við rúkandi ferð. Havnin má kýta seg fyri
at kappast og tilpassa seg í hesum umhvørvinum. Vit skulu leggja okkum eftir
vinnum til heimsmarknaðin, 7 milliardir møguligir brúkarir!





Neyðugt er við breiðum samstarvi millum
vinnulívið, almennar stovnar, útbúgvingarstøð og granskingarumhvørvi til tess
at skapa hesar nýggju vinnurnar!





Her er tørvur á einum skapanarumhvørvið Ein
skapanardepil í breiðastu merking. Eg haldi, tað hevði verið áhugavert at gjørt
eitt slíkt stað, fyri vinnuna, listina og ítróttin. Eitt umhvørvi har talent
kunnu arbeiða, gera royndir og menna góð hugskot. Vit skulu arbeiða fyri at
geva uppfinnarum, talentum og øðrum evnaríkum góðar umstøður, ráðgeving og
íblástur til at menna hugskot og evnir til vøru, tænastu ella listaverk.





Fyrsta stig er ein skapanardepil, mannað
við íblásarum frá ymsum fakum t.d. verk-, lista-, lóg-, havfrøði o.s.fr. sum
hevur skrivstovur, tøkni, verkstøð, íbúðir og framsýnigarstøð har endaligu
úrslitini kunnu roynast móti veruleikanum.





Tí er tað umráðandi, at Tórshavnar
kommuna setir á stovn eina deild fyri vinnumenning og vinnustuðul. Deildin skal
mannast av fakliga skikkaðum íblásarum, sum kenna eitt talent, tá ið tey síggja
eitt. Sum duga at dyrka hugskotini og talentini frá eyðmjúkari byrjan til
fullfloygda útskriving!





Deildin skal eisini leggja seg eftir at
hála nýggjar vinnur til kommununa og stuðla verandi vinnum. Føroyingar ella
onnur úti í heimi, sum hava talent ella vitan, sum mett verður at vera
áhugavert, eiga at veðra leitað upp og fáa tilboð um høli í skapanardeplinum.
Haðani kann arbeiði gerast fyri egna ella aðra fyritøku, men vit fáa fólkini,
vitanina og talentini heim aftur.



 



Sámal
Ímundarsson, valevni Tjóðveldis