Vinarlig heilsan til Svenning av Lofti

Skilligt er at
Svenning av Lofti øtast við at nakar kan verða ímóti at
”uttanríkismálaráðharrin” Jenis av Rana vil staðseta
umboðsstovu í Jerusalem. Men heldur enn at taka í forsvar eitt
rasistiskt hernaðarstýri skipað av zionistum, ið støðugt leggur
eftir og hevur sum ednamál at utrudda palestinska fólki, vildi ein
mett at kristna læran um næstrakærleika og trúgv á Várharra og
Jesus hevði størri megi í sálini, og tí vildi sett til viks
allan ógerning mótvegis øðrum menniskum.
Eitt eru heilag
søgulig støð í Miðeystri og Palestina, ið vísa á serstakar
hendingar, og annað er einsíðis og ókritiskar tulkingar av
átrúnaðarligum boðskapi, ið vanligt vit og skil allarhelst átti
at fingi tankar bendar á eina menniskaliga rætthugsandi kós, og
ikki at falli fyri diktatoriskum ella harðrendum atburðum.
Men
so er opinbart ikki hjá øllum kristnum innan ymsu samkomurnar í
landinum, og verður tað so eftir míni áskoðan ikki til serstakan
sóma.



I Danmark finnist
felag nevnt Dansk Palæstinensisk Venskabsforening. Har eru hvønn
dag frásøgnir um óhugnaliga ágangin á palestinar. Í dag verður
sagt frá um einkuna Aisha Hijazi, ið situr eftur við 8 børnum, at
í morgun komu teir – hermenn umboðandi stjórnina hjá Netanyahu
– við maskinum og amboðum at ríva hús hennara í hertikna
býarpartinum Silwan í Eysturjerusalem niður - sjá mynd frá hendingini.
Aisha og børnini
vóru drigin út úr húsinum, og bert tveir tímar seinri var ikki
annað eftir enn ein stór rúgva av byggitilfari. Aisha og 8 børnini
vóru tá alment sætt heimleys.
Dømi her er bert eitt av mongum,
ið sigur frá tí terrorvirksemið, misnýtslu, forfylging og
etnisku utreinskan palestinar eru fyri hvønn einasta dag í hersettu
økunum – Gaza, Vestari áarbakki og høvuðsstaði teirra Al-Quds
/ Eysturjerusalem.




Í dagsins fesku
tíðindum í Haaretz hevur tíðindamaðurin Victor Kattan grein við
yvirskriftini ”Uppfunnir palestinar og innføddir jødar” og
orsøkin til ognartøkuætlanina og hví tað er tidningarmikið at
heimurin steðgar Netnyahu innan tað er ov seint.
Hesa grein
eigur Svenning av Lofti at lesa, og skilja, at heimurin er ikki so
einstáttaður sum han kanska ynskir hann at
verða.

https://www.haaretz.com/israel-news/.premium-why-the-world-must-stop-netanyahu-before-it-s-too-late-1.8905737?fbclid=IwAR29AMT1Dxlj3_6Q1v53VpprN5dIHxTSr_SQcsO4cAvGs-msP0TxQmRsmyI