Víkingaskip í Roskilde

Óli Olsen: 


Nú, søguligu træskip okkara rigga til árliga regattasigling, leitaði tú tær um dagarnar oman í havnina í Roskilde, forna høvuðsstaði dana. Har sært tú eisini mong træskip, men tey eru øðrvísi av útsjónd og væl eldri enn føroysku – víkingaskipini í Roskilde.







Tað var í 1962, at danir tóku fimm víkingaskip (vrak) upp av botni í Roskildefirði. Fornu skipini vórðu fyri næstan 1000 árum síðani søkt at tippa eina siglingarrennu úti fyri lítla plássinum Skuldelev. Víkingaskipini (leivdirnar) verða sýnd fram í Roskilde Vikingeskibsmuseum, og við teimum sum fyrimynd hava teir neyvliga smíðað skip, sum liggja í havnini í Roskilde.





Eitt av hesum førum – Skuldelev 1 kallað – var av slagnum knørrur, og kanningar staðfesta, at tað var smíðað í Vesturnoregi um leið 1040. Eftirgjørda víkingaskipið Ottar fór av bakkastokki í Roskilde á sumri 2000.





Knørrurin var tátíðar farmaskip. Burðarmikil, súðubygdur, høgur og hevði krappar reisingar. Á miðum skipi stóð masturin, ið bar ráðsegli, og við stýriborðslær var ár at stýra við. Til bar at rógva har frammi og har afturi, um dottið varð í stilli, og miðskips – á bunkanum – varð farmurin førdur.





Normenn vóru kortini teir fyrstu at smíða víkingaskip við Skuldelev 1 sum fyrimynd.





Saga Siglar var smíðaður 1982-83, og við sjógarpinum Ragnari Torseth á odda varð í 1984 siglt í kjalarvørri víkinga. Leiðin lá úr Noregi til Hetlands, Føroya, Íslands og Grønlands. Millum Grønlands og New Foundlands var rokstormur, men sterkt bygdi knørrurin fór ógvuliga væl við sær í ringa sjónum. Hildið varð fram á leið, og saman við manning sínari sigldi Ragnar Torseth jørðina runt næstu tvey árini og kom aftur til Noregs í øllum góðum.