Viðlíkahaldsvenjing er partur av nýggju vælferðarlógini

 Magnus Rasmussen
sigur í grein á portalunum, at tað má vera ein feilur, at kunngerðin um
endurvenjing frá 2015 ikki inniheldur viðlíkahaldsvenjing, og heitir á
undirritaðu um at rætta hetta mistakið.



Fyrst er at siga,
at eg eri púra samd við Magnus Rasmussen. Tað var eitt mistak, tá ið lóggávan
um endurvenjing varð samtykt í 2015, at hon ikki innihelt fyribyrgjandi venjing
og viðlíkahaldsvenjing. Tað hongur ikki saman, at vit ikki fyribyrgja og enn
minni, at vit ikki viðlíkahalda tað endurvenjing, ið ein borgari hevur fingið,
tí tá kann verða so skjótt at lívsgóðskan og førleikin hjá viðkomandi versnar, og
so er lítið vunni.



Tí var eitt tað
fyrsta, ið eg setti mær fyri, tá ið eg kom í landsstýrissessin, at fáa sett
hetta á skrá og tí var arbeiðsbólkurin, ið gjørdi tilmælið um tænastupolitikk
biðin um at koma við tilmæli hesum viðvíkjandi. 

Nú arbeiðið við nýggju
vælferðarlógini er á veg í Løgtingið, kann eg upplýsa, at viðlíkahaldsvenjing
er ein partur av lógaruppskotinum. Tað er gleðiligt at lesa, at
Sambandflokkurin eisini ynskir hetta framt, og tí síggi eg fram til eitt gott
og gevandi samstarv, hesum viðvíkjandi, tá ið løgtingi seinni í heyst fer undir
at viðgerða vælferðarlógina.



Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum