Vend má koma í!

Nú tað stundar til kommunuval verður nógv skrivað og tosað um hvat gerast skal í Tórshavnar Kommunu komandi valskeið.

Samfelt verður víst á sjálvsagda týdningin at arbeitt verður fyri trivnaði og framburði.


Kortini er tað eyðsýnt, at flestu av góðynskjunum ikki vinna út um bøgarðarnar í Havn. Bygdirnar í kommununu koma sjónliga í aðru røð. Og tað er stórt spell.

Tað er bæði ein sjálvsagd uppgáva og skylda hjá Tórshavnar Kommunu at virka fyri trivnaði, menning og mentanini í bygdaløgunum í kommununi.


Tórshavnar Kommuna hevur gjørt kilometrar av hugnaligum og nossligum gøtum í  runt Havnina. Og tað er at gleðast um. Íløgur, sum eru til stóra gleði fyri borgararnr, yngri sum eldri.


Fólkaflokkurin játtaði

Men tað er so eiðasørt, at hesin vælvilji røkkur aðrastaðir. Í Kollafirði, har tað so sjálvsagt átti at verið gjørdar íløgur í íbúðar- og trivnaðarøki, gonguteigar, gøtur og planting er slettis einki gjørt. 

Allar íløgurnar í bygdini, stórar sum smáar, vóru játtaðar tá Fólkaflokkurin á sinni sat í býráðsleiðsluni. Seinastu 8 árini er nærum einki nýtt komið av skafti. 


Mitt í Kollafirði er viðalund, sum var gróðursett fyri um 20 árum síðani. Har um leiðir vildi tað verið so sjálvsagt at gjørt alt økið til eina miðstaðarperlu. Men tað hevur heldu ikki havt nakran ans frá verandi meiriluta.


Her má vend koma í. Kollfirðingar skulu hava sín sjálvagda lut í trivnaðarmenningini í kommununi. Tað kann bert ein nýggjur meiriluti í Tórshavnar Býráði tryggja.


Vagnur Johannesen, valevni Fólkafloksins til kommunuvalið