Veðurlagsráðstevna í september – høvini hitna

Her á klettunum síggjast nú tíðiliga árinið av globalu veðurlagsbroytingunum, vit hava nógv meira av vindi og avfalli. Eisini hitna heimshøvini og eisini hjá okkum hitnar sjógvurin. Ætlanin er at hava eina veðurlagsráðstevnu í Norðurlandahúsinum 12. sepember við serligum atliti til Føroyar og hvønn týdning heitari sjógvur kemur at fáa fyri okkara fiskiskap, aling og búðskap. 

Altjóða og føroyskir granskarar koma at leggja fram. Ráðstevnan verður í Føroyabanka-vikuni so Føroyabanki kemur eisini at verða umrøddur.



Johan Mortensen