Varðveitið lønarískoytið og sáttmálaløn

Fakfeløgini í Fakfelagsráðnum vilja harðliga mótmæla, at skipanin við lønarískoyti verður broytt so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði. Henda skipan kundi hildið á at verið ein sólskinsøga, sum fevnur og rúmar allar løntakarar, og har allir løntakarar fáa somu løn fyri sama arbeiði.



Skipanin við lønarískoytinum hevur verið ein sera góð skipan, og tað bleiv hon, tá ið ásett varð, at tað er sáttmálalønin á økinum, sum er avgerandi fyri lønina hjá persóninum í skipanini.



Soleiðis, sum skipanin hevur verið seinastu árini er, at tað er sáttmálalønin á avvarðandi øki, sum ein løntakari arbeiðir í, sum er avgerðandi fyri, hvør lønin er.



Ein lærari verður løntur eftir sáttmálanum hjá lærarafelagnum, ein sjúkrarøktarfrøðingur eftir sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ein arbeiðari eftir sáttmálanum hjá arbeiðarafeløgunum, ein verkfrøðingur eftir sáttmálanum hjá akademikarafelagnum, ein maskinmeistari sambært sáttmálanum hjá maskinmeistarafelagnum o.s.fr..



Teir løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek , skal sum meginregla ikki gera, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir, og tey sum arbeiða eftir sama sáttmál.



Hetta verður nú broytt, og fer at raka ein stóran part av løntakarunum, sum gerast partur av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar 2021 verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og jú størri mein ein persónur hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at verða fult dekkaður av síni sáttmálaløn.



Dømi 1:



Byrjunarløn hjá bussførara settur eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í byrjunarløn kr 29.932,36 um mánaðin umframt frítíðarløn og eftirløn. Um viðkomandi hevur mist 60% av sínum arbeiðsførleikum hevði hetta verið galdandi:




Gomul skipan Nýggj skipan



Løn frá arbeiðsgevara: 11.972,94 11.972,94



Lønarískoyti: 17.959,42 14.562,82



Løn í alt: 29.932,36 26.535,76



Bussførarin missir kr 3.396,60 kr um mánaðin ella 40.759,17 kr árliga í løn. Sostatt verða frítíðarløn og eftirløn eisini tað minni.



Dømi 2:



Ein á fiskavirki við 20 ára starvstíð hevði forvunnið hetta sambært sáttmála kr 24.657,93 kr um mánaðin – um viðkomandi hevði mist 70% arbeiðsførleika hevði hetta verið úrslitið:




Gomul skipan Nýggj skipan



Løn frá arbeiðsgevara: 7.397,38 7.397,38



Lønarískoyti: 17.260,55 16.393,05



Løn í alt: 24.657,93 23.790,41




Flakafólkið missir 867,52 kr um mánaðin ella 10.410,24 kr um árið í løn



Dømi 3:



Ein byggifrøðingur við 16 ára starvsroyndum forvinnur í dag 42.307 kr um mánaðin sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.



Um viðkomandi hevur helvtina av sínum arbeiðsførleika er úrslitið hetta:



Gomul skipan Nýggj skipan



Løn frá arbeiðsgevara: 21.153,50 21.855,50



Lønarískoyti: 21.153,50 10.890,00



Løn í alt: 42.307,00 32.745,50




Missurin hjá byggifrøðinginum verður sostatt kr 10.262,50 kr um mánaðin ella 123.154,80 kr



um árið.



Dømi 4



Ein heilsurøktari við 10 ára starvsroyndum forvinnur 28.164,93 kr um mánaðin sambært sáttmála. Um viðkomandi hevur mist 75% arbeiðsførleika er úrslitið hetta:



Gomul skipan Nýggj skipan



Løn frá arbeiðsgevara: 7.041,23 7.041,23



Lønarískoyti: 21.123,70 16.505,51



Løn í alt: 28.164,93 23.546,74



Missurin hjá heilsurøktaranum verður sostatt 4.618,19 kr um mánaðin ella kr 55.418,27 kr árliga.




Næstan øll missa



Dømini eru mong, sum takast kunnu, men felags er, at næstan allir løntakarabólkar verða verri fyri, tá ið nýggja skipanin verður sett í verk.



Vit í Fakfelagsráðnum, sum umboða allar lønarbólkar, krevja, at tað sjálvsagt er sáttmálin á økinum og hesi lønarviðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvat lønarískoytið verður. Við núverandi skipan vera næstan allir lønarbólkar dekkaðir fult, og tað er ikki løntakaranum til ófyrimunar, at viðkomandi hevur lítlan arbeiðsførleika. Tað er eisini ein mesta upphædd á, sum tað heldur ikki ber til at fara upp um í verandi skipan.



Framyvir verður tað ein tilvildarlig ásett upphædd og mótrokning í mun til inntøku, sum verður avgerandi fyri, hvussu títt lønarískoyti verður. Tað gongur harðast út yvir tey, sum hava lítlan arbeiðsførleika og nøkur við góðum inntøkum. Sum heild gongur hetta tó út yvir næstan allar løntakarabólkar í ymiskan mun.



Umframt at stríðast við sjúku, brek, slit ella skaða, skulu teir løntakarar, sum í framtíðini verða skerdir í arbeiðsførleikum eisini hava tað á sær, at tey vera munandi verri fyri í inntøku. Hetta eigur og má kunna gerast betur.




Hví oyðileggja eina skipan sum riggar?




Vinarliga




Fakfelagsráðið
– umboðandi 31 fakfeløg á Føroyska arbeiðsmarknaðinum



Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan