Valskeiðið hálvrunnið


Løgmaður úttalar úr New York, at vit eiga tað besta landið í heiminum, beint áðrenn hann fer at lurta eftir iranska forsetanum, og tað er eisini rætt í nógvum førum. Eru nú øll samd um tað, og í mun til hvønn. Hetta valskeiðið er nú hálvrunnið, og hvat hava vit m.a. upplivað. Vit uppliva ein flatskatt, ið øll ikki kunnu verða ein partur av, tí tey forvinna ov lítið, teirra ískoytið til samfelagsbúskapin verður ikki roknað somikið, at tey skulu eiga part í tí, sum samgongan gjarar út til borgaran.




Vit hava fingið eina pensjónsskattaskipan, ið skapar sera stóran ótryggleika, ikki bert fyri okkum vaksnu, men mest fyri okkara børn og barnabørn. Tey hava avtikið landsbankan, tann stovnin sum skuldi ópartískt vegleiða og ávara, tá nakað var galið, ella tá kreppur leika á. Vit uppliva, at hetta landsstýrið metir, at avbyrging frá restini av Evropa er rætta leiðin at ganga, nakað sum fyrr var óhoyrt, og í hesum sambandi, letur av okkara tilfongi til nakrar útvaldar.




Eisini uppliva vit nakað sjáldsamt, so sum hálvar og heilar ósannheitir av løgtingsins røðarapalli. Og so sanniliga uppliva vit, at fleiri samgongutinglimir, viðhvørt, kvíða seg fyri at fara til arbeiðis, og skulu atkvøða fyri nøkrum uppskotum frá landsstýrinum, tí tey innast inni vita, at hetta er heilt galið og órættvíst, men atkvøða kortini, eftir boðum úr erva. Tað sær heldur ikki út til at tað nervar hesa samgongu stórvegis, at fráflytingin er jøvn og áhaldandi, ja hendan fráflyting byrjar at líkjast kreppuárunum í 90`unum.




Eg tosi ikki um tey sum fara at nema sær útbúgving ymsastaðni uttanlands, men um vanligar føroyingar, sum ikki kenna seg heima longur, sum ikki føla seg sum ein part av samfelagnum, tí tey eina tíð ikki eru ment at liva upp til tey krøv, sum hendan samgongan krevur av einum jaligum samfelagsborgara. Hetta eru fólk, ið flyta til grannalondini, har tey verða vird sum menniskju, og sum geva teimum møguleika at koma fyri seg aftur. Gera tey tað, er lítil møguleiki fyri, at tey koma aftur, tí tey kunnu ikki vita, um ein slík samgonga ikki kann koma aftur seinni. Her er tí ein stórur trupulleiki fyri framman. Um ikki so langa tíð eru nógv fleiri eldri yvir 65 ár, og nógv færri, ið leggja sínar skattakrónur her.




Í dag eru tað kanska 4-5 ið gjalda fyri ein eldri, men um nøkur ár er hetta talið 3 fyri ein, og hetta ferð at gera, at grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum máast burtur, og vit fara ivaleyst at fáa tað sum Fólkaflokkurin, og hesin nýggi asosiali Sambandsflokkurin, eru talsmenn fyri, nevniliga eitt brúkaragjaldssamfelag. Vit koma at gjalda fyri lækna, skúla, og allar almennar tænastur, nakað so óføroyskt sum hugsast kann. Um hetta verður lagið frameftir, at gjaldast skal fyri alt, hvussu verður so hjá teimum, sum ikki kunnu gjalda sum nú er.




Vit hava enn ikki fingið nakað fátækramark, tí landsins stýrið heldur tað er ikki neyðugt. Ella rættari, ongin er fátækur, tí vit eru eitt av heimsins ríkastu londum. Men veruleikin er ein annar. Tað eru longu nú fleiri, sum ikki fáa tað teimum tørvar, sum t.d. nøktandi íbúð, klæðir, og 2-3 máltíðir um dagin. Børnini hjá hesum eru ofta illa fyri, likamliga og sálarliga; kunnu ikki lata vinum gávu til føðingardagin, kunnu ikki luttaka í frítíðarítrivum o.a., og detta spakuliga, saman við mammum og pápum, burtur úr felagsskapinum.




Henda samgonga metir, tíverri, at hetta neyvan er ein samfelagsuppgáva, tey liggja sum tey sjálvi hava reidd, og vóna at sjálvbodnir felagsskapir, sum “Í menniskjum góður tokki”, Kiwanis, og Frelsunnarherurin, eiga at taka hesa uppgávu á seg. Vælmeinandi ráð og uppskot verður heldur ikki lurta eftir, tí tey meina tað er ongin trupulleiki. Nú verður arbeitt við fíggjarlógini fyri 2014, og eg ivist stórliga í, at hesin bólkur av føroyingum verður millum tey, sum hetta landsstýrið ferð at veita nakra vón og lætta. Tað verður nakað av kjaki, men neyvan nakað sum ítøkiliga ferð at gagna teimum, sum hava brúk fyri tí.




Ein uggi er kortini. Síðsta veljarakanning vísir, at Føroya fólk neyvan tekur undir við hesi samgongu longur, men tað fer neyvan at ávirka politikkin hjá hesi samgongu. So hjá andstøðuflokkunum er bert at fyrireika seg væl til næsta val, hóast tað verður trupult at rætta allar skeivleikar, alt órættvísi, og dáragerðir sum longu eru framdar. Men ongin skal ivast í, at vit í Javnaðarflokkinum fara vit at gera okkara besta.

Levi Mørk