Útbúgving: Sløkkja ella fyribyggja eldi?


Tá ið Almennaverkið herfyri handaði
Løgtinginum eitt yvirlit yvir teirra starvslýsingar, og vísti á, at heili 35%
av lýsingunum vóru úrslitsleysar, 19% vóru ónøktandi og einans 16% vóru
væleydnaðar, gjørdist greitt, at tørvurin á útbúgvnum fólki á heilsufrøðiliga økinum
var risa stórur.





Síðan hevur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan
Philbrow, deilt boðskapin, har hann skrivar pedagogarnar
inn í
støðuna
. Her vísir hann á, at eisini á námsfrøðiliga økinum er ein stórur tørvur á
útbúgvnari arbeiðskraft, og ynskir eitt økt lønarlag og betri arbeiðssømdir
fyri sínar limir, sum partur av loysnini.





Í útvarpstíðindunum á Kringvarp Føroya tann 26. februar, varð tosað við
Chik Collins, rektara á Fróðskaparsetur Føroya, har vit hoyrdu, at Setrið fer
undir eina endurskoðan av teirra útbúgvingum, fyri at vita, hvussu
útbúgvingarnar á Setrinum skulu raðfestast. Her legði hann aftrat, at vit eru
eitt lítið land, við einans einum universiteti, og at universitetið tískil
eigur at samstarva við politisku mynduleikarnar, fyri at skapa eitt útboð, sum endurspeglar
tørvirnir í samfelagnum (leyslig endurgeving).





Tað, sum kemur mær til hugs í hesum sambandi er, at vit ikki kenna tørvirnir,
fyrr enn teir raka okkum. Hetta kann verða ein alstórur trupulleiki, har
veruliga myndin av tørvinum er fjaldur fyri okkum.





Tá ið stovnar, sum hava tørv á einari ávísari arbeiðskraft, ikki finna
arbeiðskraftina, verður trupulleikin sjónligur, og tá má politiski mynduleikin
sjálvandi reagera, og tíverri síggja vit ofta, at orkan tí fer til at sløkkja eldar,
heldur enn at fyribyggja brununum. Men hvussu kunnu vit koma trupulleikanum til
lívs?





Innan útbúgvingarøkið fyri hægri útbúgving, hevur diskursurin síðan
Visjón 2015 (t.e. síðan 2005) verið, at vit skulu veita útbúgvingar, sum
samfelagið hevur tørv á. Føgur orð, men ein tørvsmeting er ongantíð framd, og
hagtøl hava vit ongi av. Vit vita snøgt sagt ikki, hvørjar útbúgvingar føroyingar
hava. Hetta kemst av, at ein so stórur partur av føroyingum hevur lisið uttanlands,
og at vit ikki hava atgongd til hesar upplýsingarnar av eitt nú manglandi
atgongd til danska CPR-registaranum. Um vit vildu tað, kundu vit tó lættliga fingið
fatur á hesum upplýsingunum, tá ið føroyingar í útlegd vendu heim aftur, eftir
loknan lestur. Gjørdu vit tað, hevði møguleiki verið fyri at kortlagt veruligu støðuna
v.v. menniskjaliga tilfeinginum í føroyum, og harvið bar eisini betri til at
tosa um ein veruligan tørv.





Um vit halda áfram uttan hagtøl, verður tað trupult at gera eina
álítandi tørvsmeting, tí uttan vitanina, ber einans til at gera tørvsmetingina
eftir einari búkkenslu ella at gera eina reaktiva meting, sum er basera á
sjónligu symptomini á økjum, sum longu eru forsømd.

Møguleikin at spáa er har
ikki.



 



Terji Beder, Cand.soc í Útbúgvingarvísindi.