Út at svimja við Tobba


Um vit minnast fýra ár aftur, so skuldu vit øll ’á bláman
við Tobba í 2020’. Tað skal ganga ógvuliga skjótt, um hetta lyftið skal halda.



Alt bendir á, at hetta er fyrsta stórmálið, sum nýggja
býráðið í Runavíkar Kommunu skal taka støðu til.



Um ársskiftið verður tunnilin skotin ígjøgnum, og hóast bæði
kommunan og landið tykjast sova, so eru vit tíbetur íbundin vegakervið,
soleiðis at vit verða landafrøðiligt sentrum í Føroyum. Tað er mær óskiljandi,
at vit gera ein ’Leirvík’, og enn ikki hava funnið eina haldgóða loysn á
ferðsluni umvegis Runavíkina. Tað mugu vit venda aftur til, tí hesaferð ætlaði eg
at viðgera hyljaleysu kommununa, fíggjarpolitikk og raðfestingar.



Skálafjørðurin nýtt
sentrum, men skal Runavíkar Kommuna byggja til allan fjørðin?



Sum nýtt sentrum í Føroyum haldi eg, at vit saktans kunnu
byggja eina flotta nýmótans svimjihøll – um vit hava ráð! Spurningurin er bara,
um Runavíkar Kommuna einsamøll skal byggja hetta vatnlandið? Hava vit ráð til
so stóra íløgu, nú kommunan frammanundan als ikki er skuldarfrí? Vit bygdu
Bylgjuna, soleiðis at øll kring fjørðin kunnu bólta rút. Tað er nokk ikki
neyðugt at minna okkum á, at Runavíkar Kommuna hevur hægsta
kommunuskattaprosentið kring Skálafjørðin.



Skulu vit hækka ella halda fast um hetta høga skattaprosentið,
soleiðis at Runavíkar Kommuna syrgir fyri, at børnini kring fjørðin kunnu gera
fimleik og spæla hondbólt, meðan foreldrini sita í einum hitapotti í nýggja
vatnlandinum hjá Runavíkar Kommunu? So er ikki løgið, um Nes og Sjóvar Kommuna
framhaldandi koma at hava eitt lægri skattaprosent.



Tað serliga við eini svimjihøll, í mun til aðrar íløgur, er
høgi rakstrarkostnaðurin. Raksturin í eini 3-4 ár kann gjalda fyri eitt
NSÍ-hús; bara til samanberingar. Okkara fíggjarpolitikkur má ikki fara út at
svimja, bara tí at Tobbi hevur lovað borgarum at leypa á bláman í ár.



Samanlegging,
samstarv ella sundurlyndi?



Tá tað kemur til størri íløgur, so eiga Nes, Sjóvar og
Runavíkar Kommuna at snakka saman. Skulu kommunurnar kring fjørðin kanska lyfta
í felag, soleiðis at vit kunnu byggja bæði eina svimjihøll og eina innandura multihøll,
ið kundi hýst nógvum ítrótti? Eina fullsize høll til frælsan ítrótt,
bogaskjóting, fótbólt v.m. alt árið, soleiðis at vit sum øki veruliga flyta
okkum fram.



Eg haldi, at Runavíkar Kommuna og Skálafjørðurin skulu tora
at hugsa stórt, nú vit fáa ta landafrøðiligu gávu at verða nýtt sentrum í
Føroyum. Tað er jú saman, at vit standa sterk. Vit mugu venda aftur til nøkur
køld tøl seinni, tí vit vilja sjálvandi øll hava alt, men tað snýr seg um
raðfestingar og skynsaman fíggjarpolitikk.

Sonni L. Petersen, valevni á lista A til Runavíkar Býráð