Uppskot til bíleggingarskipan og bilrað.


Eg havi skotið tað upp áður, og hugsi hetta kann nýtast bæði til eykaskipið Ternuna og eykaskipið Erlu Kongsdóttir.



Skrásettir eru 89 bilar at “hoyra til Nólsoyar”, av hesum eru 60 persónbilar (5 av teimum eru el-bilar). Flestu bilarnir eru í Havn, serliga hesa tíðina, ið ivasamt er, um bilur sleppir við, tá ið ein ætlar sær til Havnar ella Nólsoyar.



Bjargingarbilurin hjá Nólsoyar Bjargingarfelag skal eisini onkran túrin til Havnar, men tá ið ivasamt er, nær bilurin aftur er tøkur í tilbúgvingini í Nólsoy, er hetta útsett til Ternan er aftur í sigling.



Serliga nú, ið Erla Kongsdóttir bert hevur kapasitet til 3 bilar, loyvi eg mær at skjóta upp aftur, at SSL skipar bíleggingarskipan, eins og til ber við Teistanum. Sama bíleggingarskipan hevði heilt víst eisini lætt um hjá manningini á Ternuni, tá ið eykaskipið Ternan aftur er í sigling.



Harafturat leggi eg uppskotið fram aftur, at ein hvít strika verður málað út eftir Bursatanga, út móti har Ritan lá fyrr. Tá kunnu bilarnir koyra út eftir Bursatanga og síðani snara at stilla seg í bíðirað undir liðini á Ternuni. Hetta hevur við sær, at bilraðið hvørki stendur til ampa fyri parkeringsplássið, bilraðið til Smyril og heldur ikki órógvar bilraðið til Norrønu. Talan kann skjótt gerast um at bilraðið stendur 2-3 tímar, alt eftir hvussu eykatúrar verða skipaðir.



Nú avbjóðingar eru at fáa bilin umborð og í land – tó at rampurnar eru spildur nýggjar – hugsi eg, at hetta má kunna broytast/tillagast, alt fyri eitt!



Um seinasta fráboðanin er eftirfarandi, so er Ternan burtur í tveir mánaðir afturat. Tí má ein loysn finnast her og nú!



Við ynskjum um gott nýggjár.



Jákup av Skarði