Ungdómsráðið smoyggir ermarnar upp!


Fyrsta stigið móti eini kommunu, ið veruliga lurtar eftir ungdóminum er tikið, og eg eri sera spentur at fara í holt við arbeiði at framtíðartryggja kommununa.



Tór Marni Weihe, ráðslimur í Tórshavnar Ungdómsráð



Í síðstu viku skipaði Tórshavnar Ungdómsráð seg, og skjøtil var settur á fyrsta tvey-ára valskeiðið hjá ráðnum. Arbeiðsætlanin varð umrødd, og tað gjørdist beinavegin øllum greitt, at møguleikarnir hjá ráðnum eru nógvir og fjølbroyttir, og at tað verður trupult at gera av, hvussu arbeiðsskráin skal setast saman, tí at so nógv er at fara í holt við.



Hóast arbeiðsskráin ikki endaliga er løgd føst enn, so er eitt kortini longu greitt: øll ung í Tórshavnar kommunu skulu skulu vera við. Øll skulu hava møguleika at koma við uppskotum, hugskotum, atfinningum og viðmerkingum. Ráðið fer ikki at byrgja seg inni í einum fílabeinstornið, men hinvegin stremba eftir at øll ung, ið hava hug til tess, kunnu taka lut í arbeiðinum. Ráðið er rødd teirra ungu, og ein av høvuðsuppgávunum hjá ráðnum er at vera ambassadørur fyri hugsanir teirra ungu. Tað skal tí kennast natúrligt hjá ungum í kommununi at venda sær til ungdómsráðið, og ráðið fer at virka fyri at møta ungum, har ið tey eru, og at altíð vera til taks, tá ið ung koma við einum fyrispurningi ella einum uppskoti.



Fyrsta stigið í hesum sambandi, er at ráðið fer at fundast við næmingaráðini í kommununi, við politisku ungmannafeløgini og við aðrar viðkomandi felagsskapir, ið umboða ung í kommununi í ymsum samanhangum. Saman við hesum feløgum fara vit at royna at seta orð á tær avbjóðingar, ið kommunan stendur yvirfyri, og hvussu vit best snikka okkara arbeiðsskrá saman á ein hátt, ið veruliga loysir avbjóðingar og trupulleikar, sum ung í kommununi uppliva í gerandisdegnum.



Hesir fundir og tær upplýsingar, ið koma fram, skulu vera grundarlag undir ætlan ráðsins at skipa fyri eini demokratiskari tilgongd, har ið vit – í tøttum samstarvi við byráðið – orða eina heildarætlan fyri ungdómsøkið – ein ungdómspolitik fyri kommununa. Ætlanin er at skipa fyri almennum fundum, har ið viðurskifti teirra ungu í kommununi verða viðgjørd, og har ung kunnu koma at siga sínar hugsanir, soleiðis at tilgongdin verður demokratisk, og at ráðsins arbeiði verður so umboðandi fyri hugsanir teirra ungu sum gjørligt.



Tí tað er ráðnum greitt, at mál eru, ið alt ov leingi hava staðið í bíðilista, og sum ung tykjast halda, at okkara politkarar ikki megna ella bara ikki tíma at loysa. Serliga er tørvurin á lestraríbúðum eyðsýndur, og undir valstríðnum til ungdómsráðið kom tað fram, at júst íbúðir og kømur til lesandi liggja ungum frammarliga í huga. Tað er sera týdningarmikið fyri ung kunnu seta sjálvstøðugt búgv, uttan at skula rinda tað hvíta út úr eygunum. Við at byggja íbúðir til ung, ið ung hava ráð til at búgva í, kunnu vit tryggja, at fleiri velja at seta búgv í kommununi, heldur enn at flyta í útlond, har ið sømdirnar eru betri.



Við at hava fleiri lesandi í landinum, og við at vísa teimum álit og geva teimum veruliga ábyrgd skapa vit eitt mennandi umhvørvi til okkara ungdóm. Synergi-virknaðurin av hesum letur upp fyri eini ørgrynnu av vakstrar- og menningarmøguleikum. Eitt er, at nýskapanarhugurin, kreativiteturin og eldhugin hjá ungum í kommununi kann koma fyritøkum og arbeiðsplássum til góðar, men bara tað, at ung eru til staðar, eru sjónlig og virkin í kommununi, brúka pengar, íðka ítrott og lesa ella arbeiða í kommununi fer at transformera kommununa komandi árini, og framtíðartryggja samfelagið móti avtofting.



Sum ráðslimur í Tórshavnar Ungdómsráð taki eg sýnda álitið í álvara, og eg fari at gera mítt til, at ung í kommununi ikki bara hava fingið eitt ráð, men at tey hava fingið eitt amboð, ið kann fremja veruligar politiskar broytingar, sum í alt ov langa tíð hava ligið á láni.