Umhvørvispolitikkur










U mhvørvispolitikkur








Umhvørvið raðfestast á hægsta stigi , - tað gagnar fólkaheilsuni










  • Havumhvørvið fyri alt í verðini haldast reint.









  • Íløgur í grønan ídnað, m.a. CO2 bindandi taradyrking í sjónum til mat og brennievni.





  • Útlát og gangur frá skipum skal niður á 0





  • Vind- og streymorka skal framhaldandi útbyggjast, so vit nøkta tørvin á ravmagni, uttan at noyðast at innflyta olju til tað.





  • SSL skal framyvir bert innflyta grønar bussar og ferjur.





  • Hampolja/plantuolja /taraolja skal í bilarnar og skipini, heldur enn fossilt brennievni.









  • Útflutningsvirðið hækkar, tað er skilligt hjá keyparunum, at alt er framleitt í burðardyggum umhvørvi .










Tað grønasta framtakið á landi:






  • Gera vakstrarhús og framleiða grønmeti og alskyns sløg av rótum alt árið.





  • Eisini áttu vit at framleitt kannabis til heilivág, umframt ídnaðarhamp, eisini kan dyrkast uttandura.









  • Togtevjurnar úr hampi kundu við fyrimuni verið nýtttar á t.d. trolverkstøðum og eisini til framleiðslu av klæðum, pappíri , plastíløtum og fløskum o.m.a. - Restir kunnu nýtast til bjálving, evt. saman við seyðaull.





  • Byggitilfar úr hampi, kent sum “ hempcrete ” ella hampabetong, hevur við sær eitt gott innandura umhvørvi, serliga tað ikki fremur soppavøkstur. Ein sera áhugaverdur vinningur er, at CO2 verður bundið í byggitilfarinum, hampplantan sýgur CO2 í seg.





  • Hampur og kannabis hevur ongan tørv á týningarevnum, sum eitra alt umhvørvið og menniskjuni við.





  • Gera íløgur í hamp og kannabisídnað her á landi og í øðrum londum.










Vegna Framtakið




Jákup Hans Heinesen