Umhvørvið: Føroya ull er Føroya gull


“ Føroya ull er Føroya gull” er eitt orðatak vit øll kenna, tí ullin helt hitanum á føroyinginum og átti lívið í honum.










Tað vóru nógv ár, har tað mesta av Føroya gull varð brent.
Tað er ein sannroynd, at nógv av okkara náttúrutilfeingi, verður brent ella tyrvt í dag.




Hettar er bert ein partur av tilfeinginum vit ikki troyta.



Tí vit innflyta eina øgiliga rúgvu av alskyns tingum. Tá vit eru liðug at brúka tað, blaka vit tað mesta í rúgvuna og tað endar í brenniovninum ella tyrvt.
Alheimsdálking og avmarkað náttúrutilfeingi ger, at vit eru noydd at broyta verandi skipanir.
Vit skula síggja burturkastið við nýggjum brillum, sum eitt tilfeingi.



Avbjóðingin er, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir. Hvussu gera vit tað attraktivt, bæði fíggjaliga og hugmyndarliga?



Endamálið við pallborðsfundinum um endurnýtslu, ringbúskap og føroyskt tilfeingi, var at varpa ljós á evnið og at fáa eitt gevandi konstruktivt kjak í gongd.




Síggj myndir og fá mínar loysnir um evnið á mínari heimasíðu.



http://www.bjorgdam.blogspot.com