Um landið ikki vil, eigur Tórshavnar Kommuna at traðka til.

At fleiri av okkara
politikarum ikki vilja viðganga at tað eru fólk í hesum landinum sum ikki fáa
endanar at røkka saman fíggjarliga, er úttrykk fyri líkasælu.





At hoyra politikarar úttala
seg um at skattalættin kom væl við, og at pástanda at hesin lættin fer at
bjarga okkum úr kreppuni, og at øll fáa ágóðan vísir, at tá ið hesir
politikarar meina "øll", meina teir seg og síni. 



Um vit gevast at stríðast í
móti hesum kreftum og geva upp, ella flyta av landinum, geva vit alt valdið
burtur í skeivar hendur. Havnin skal vera fyri øll!



 



Tórshavnar Kommuna eigur at
traðka til, um landið ikki vil, og gera neyðugu átøkini so allir borgarar kunnu
hava eitt virðiligt livigrundarlag. Kommunan hevur ikki ráð at lata vera. 



 

Átøk sum kundu hjálpt: Bíligar
leigu- og lestraríbúðir, búðstaðartrygging, betri stuðul til einligar forsyrgjarar
og arbeiðsskapandi tiltøk.



 



Tíðirnar eru broyttar, og tað er
ikki longur sjálvsagt at fólk búseta seg í Føroyum. Tí er tað umráðandi at gera
tað liviligt fyri øll. Lat okkum gera íløgur í menniskjuni. Lat okkum byrja nú.



 



Rógvi á Rógvu