Um gongd í haga - 3 meginreglur


Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar. Hon er eitt gott íkast til búskapin og skapar størv og virksemi um landið.



Vit í Framsókn vilja hava eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við - kring allar Føroyar, alt árið. Tí má nýggja løgtingið beinanvegin loysa átroðkandi avbjóðingina, sum ferðavinnan hevur við sær, tá tað kemur til gongd í haga.



Avbjóðingin er ikki einføld. Støði má takast í galdandi lóggávu og viðkomandi partar mugu takast við í tilgongdini. Eg havi ikki lidna leistin, men eg vil virka fyri hesum trimum meginreglum:



1. Hvørsmansrætturin skal vera útgangsstøði.
Hvørsmansrætturin skal víkja, har tað er neyðugt at verja íbúgvar, seyðahald, djóralív, umhvørvið v.m.



2. Skiljast skal ímillum privat og vinnuligt.
Tað skal vera ókeypis hjá fólki at fara í hagan, men er talan um vinnuligt virksemi, skal fíggjarligi ágóðin koma økinum til góða.



3. Avmarkandi átøk skulu gerast í økjum, har serliga nógv fólk koma.