Tunnilssýn forðar framburði


Seinastu dagarnir hava verið merktir av stórum politiskum óveðri viðvíðkjandi strandsferðsluútbyggingum. Stóra prátið snýr seg um, at suðurøkið í Føroyum ikki hevur samband við miðstaðarøkið, meðan tey har norðuri frá, halda seg hava ov langt til miðstaðarøkið. Fyri Sandoynna snýr tað seg um, at ein tunnil er tað einasta, ið kann bjarga oynni frá fullkomnari avtofting, meðan tað fyri Eysturoynna snýr seg um, at eysturoyingar kunnu koma 10 – 20 minuttir skjótari til Havnar… fyri øll er tað ein spurningur um at hava tætt samband við høvuðsstaðin. Men hvat nyttar alt hetta, um høvuðsstaðurin tapir í kappingini við restina av heiminum?




Øll tingfólk hava í hesum málum gjørt sína støðu greiða. Ongin av politikarunum hevur ráð til ikki at ynskja hendan annars so dýra tunnilin. Men kann tað veruliga vera so, at øll føroysk tingfólk halda tað vera so skynsamt at gera ein tunnil nú? Hóast vit kanska hava ráð til báðar, og hóast tað er keðiligt, at ávísir útjaðarar doyggja út, so er tað hinvegin ein vanlukka, at vit missa fólk av landinum. Tað er keðiligt fyri útjaðaran, at útjaðarin missir í kappingini við høvuðsstaðin, men tað er ein vanlukka, at vit samlað tapa við allan heimin. Er tað onki tingfólk, ið heldur, at hesar milliardirnar kunnu nýtast betri aðrastaðni?




Kári P. hevur sjálvur sagt, at tað er ein stórur váði í Skálafjarðatunlinum, tí vit ikki vita, um nóg nógv fólk eru at koyra gjøgnum tunnilin um 30 ár. Tað er kanska heldur ivasamt, um so verður, men tað er ein sannroynd, at kemur tað ikki skjótt annar politikkur á dagsskránna, so verða munandi minni fólk í Føroyum um 30 ár. Tí átti Kári P. kanska hugt at trupulleikanum um, hvussu vit tryggja okkum, at her vera fólk um 30 ár. Hvat heldur hann um, at tað eru 80 – 90 læknalesandi føroyingar niðri? Hvussu ætlar hann at skapa arbeiðspláss til allar lærararnar, ið mangla starv? Átti Kári P. kanska at lánt eina av milliardunum til starvsfelagan úr Almannamálaráðnum, soleiðis at tann lívslangi skattgjaldarin ikki skal liggja svøvnleysur, tí tað ikki er pláss til hann á ellisheimi, um hann so býr í Eysturoynni, Havnini ella Sandoynni?




Spurningurin er sjálvandi, um sandoyingar eftirhondini hava uppiborið handan tunnilin. Tað er ein sannroynd, at tað hevði verið vent í fólkaminkingini í Sandoynni. Men hóast tað fer at smakka beiskt, mugu sandoyingar kanska liva við, at tað enn ikki átti at verið tann fremsta íløgan hjá føroyingum í dag. Tað er í øllum førum onki, ið talar fyri, at teir fáa sín tunnil, um tað verður ein privat loysn. Ein klokka eigur at ringja, tá ið hægsta ráðgeving á økinum sigur, at ein privat loysn kann koma at kosta upp til 3 milliardir meira. At framferðarhátturin hjá landsstýrismanninum hevur verið so vánaligur, sum han hevur verið, er ófatiligt, og tað prógvar bara dugnaloysi hjá løgmanni, um hann ikki loysir landsstýrismannin úr starvi.




Hendan samgongan hevur brúkt tað mesta av síni orku at seta lægri skatt á dagsskránna, og tað er til at skilja í tann mun, at skatturin er høgur í Føroyum. Men júst tí áttu føroyingar ikki at góðtikið, at hesir skattapengar verða brúktir til tað, teir verða. Tað má vera soleiðis, at tær týdningarmestu íløgurnar verða gjørdar, áðrenn mann fer at stytta um 20 min. hjá norðoyingum. Vit áttu heldur at tryggjað okkum samhaldsfastar ábøtur á eldraøkinum, vit áttu at tryggjað okkum, at Føroyar eru eitt alternativ, tá ung eru liðug við loknan lesnað, og vit áttu at tryggjað okkum, at skattgjaldarans pengar ikki fara til lokalpolitiskar ørvitisætlanir, tá ið tað er so nógv annað, ið manglar í Føroyum.





Regin Winther Poulsen,



Formaður Unga Tjóðveldsins