Tríggjar stórar skipsmanningar arbeiðsleysar

Sitandi blóðreyða samgonga samgonga sær reytt, um fólk yvirhøvur eftir teirra tykki tjena ov nógv og eiga ov nógv.




Hetta fáa vit staðfest dagliga. Seinasta skotið fyri bógvin hjá sjófólki okkara er uppboðssølan av fiski á Flemish Cap.



Øll fiskivinnukollveltingin endurspeglar grammleikan hjá sitandi samgongu og fiskimálaráðharra at drena og pumpa pening úr fiskivinnuni. So nógvan pening, at fiskivinnan bara so dánt klárar at svara hvørjum sítt.



Línuflotin hevur havt nógv rakár, men er nú við at koma fyri seg aftur - væl at merkja uttan fiskivinnunýskipanina hjá Høgna Hoydal og co. Tað nýtir óivað helst fast, at tað í løtuni gongur best í fiskivinnuni, har samgongan við Høgna Hoydal og co ikki hevur verið inni og forstýrað.



Flemish Cap er ein kærkomin møguleiki hjá línuskipunum at vinna nakað av hart tiltrongdum peningi. Men soleiðis skuldi ikki blíva. Grammleikin hjá samgonguni og fiskimálaráðharranum eftir meir peningi kemur enn einaferð til sjóndar. Sosialistarnir fáa ongantíð nóg mikið av skattaborgarans peningi. Høgir skattir og avgjøld er teirra vørumerki. Ein partur av fiskinum skuldi partú á uppboðssølu. Upprunaliga var ætlanin, at uppboðssølan skuldi verða afturlatin, men tað bleiv broytt eftir stórum trýsti.



Hetta vísir tó sera væl muruna í teim blóðreyðu sosialistunum í Tinganesi í dag. Sum um tað ikki var nokk, so sigur framsøgumaðurin hjá tjóðveldi í fiskimálum haraftrat, at eitt sindur av takksemi hevði klætt teimum. Hvør skal vísa takksemi til hvønn ?



Sitandi samgonga og fiskivinnunýskipanin hava ongan sum helst heiður av fiskiskapinum á Flemish Cap.



Fiskiskapinum á Flemish kunnu vit takka teimum fyri, sum hava ligið har og baksast og knossast síðan 1956. Langt burtur heimanífrá og undir vánaligum umstøðum. Túrarnir kundu vara upp til hálvt ár, tí ofta var vánaligur fiskiskapur. Nógvir av hesum monnum eru ikki ímillum okkum meir og aðrir merktir og niðurslitnir. Tað er hesum vit skulu vísa takksemi og heiður.



Reiðaríini sendu línuskipini á Flemish Cap , hóast vánaligan fiskiskap, men teir høvdu onki val og fóru kanska eisini fyri at varðveita rættindini. Søguligu rættindini, sum hesir garparnir vunnu okkum við blóð, sveitta og tárum, skal okkara fiskimálaráðharri nú selja á uppboði, og tað væntar samgongan sær tøkk fyri. Makan til frekleika skal leitast leingi eftir.



Føroyingar fingu boð um, at frægast var at gevast við fiskiskapinum á Flemish Cap í 90-unum og teir aktaðu. Spaniólar og portugisar fiskaðu tó víðari. Hans Erik, Borðoyarnes og Sigurfari blivu lagdir og 3 stórar skipsmanningar arbeiðsleysar. Ein vinnuligur sorgarleikur og fyri familjurnar, sum høvdu menn við har. Ein sorgarleikur fyri Klaksvík, sum andar og livir av fiskivinnu.



Fiskiskapurin hevur nú tikið seg uppaftur, og har hevur verið rokfiskiskapur. Gud havi lov fyri tað. Tað er nú, at søguligu rættindini koma okkum til góðar. Søguligu rættindini høvdu møguliga verið uppaftur størri, um vit ikki aktaðu áheitanina um at gevast við fiskiskapinum. Men farið er farið. Vit skulu vísa takksemi til manningarnar á skipunum á Flemish Cap, , sum hava fiskað har síðan 1956. Høgni Hoydal ella Ingolf S. Olsen eiga onga tøkk.



Landskassin fekk góða millión burtur úr uppboðssøluni av fiski á Flemish Cap. Hesa góðu milliónina kundi landskassin verið fyriuttan. Hetta er dýrt vunnin peningur. Hon hevði gjørt størri gagn hjá reiðaríunum, sum hava línuskip á Flemish Cap. Men landskassin er ómettiligur undir sosialistiskum stýri. Og vit kunnu vænta okkum meir av sama slag.



Sera óvirðilig viðferð, sum samgongan vísir okkara sjófólki, sum siglir fleiri fjórðingar yvir um hav at fiska.


Øll uppboðssøla verður avtikin
Øll uppboðssøla verður avtikin sama dag, sum fólkaflokkurin fær valdið. Fiskivinnan skal ikki trælka undir einum sosialistiskum oki. Nei til sosialismu,. Tað krevur, at fólkið gevur flokkinum valdið.




Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
Løgtingslimur