Tórsvøllur onki dulsmál!




Í dag hevur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, grein í miðlunum, har hon leggur undirritaða undir at hava dult upplýsingar fyri býráðnum. Hetta er sjálvandi ikki so.





Til tess at fólk yvirhøvur skulu skilja, hvat málið snýr seg um, skal eg stutt lýsa málsgongdina.





Heildarætlanin





Málið snýr seg í stuttum um verkætlanina at byggja ein altjóða leikvøll, eitt landsstadion, so at vit í Føroyum framhaldandi kunnu hýsa altjóða landsdystum á hægsta stigi samsvarandi krøvunum frá UEFA og FIFA. Hetta arbeiðið fór av álvara í gongd í 2010 sum samstarv millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya.





Gjørd varð heildarætlan um útbygging og dagføring. Byrjað varð við at fáa sett neyðugu ljósmastrarnar upp, tí altjóða krøvini vóru, at dystir skulu spælast um kvøldið. Næsta stig var at skifta grasvøllin út við ein av graslíki.





Fyri tveimum árum síðan samtykti býráðið næsta byggistig, sum var suðurendin og eystursíðan. Arbeiðið fevndi m.a. um at taka øll áskoðaraplássini á suðurendanum niður, at nýggjur bygningur við nakað færri áskoðaraplássum kom í staðin, og at áskoðaraplássini á eystursíðuni komu undir tak.





Kostnaðarmetingin frá 2012 fyri hetta arbeiðið var 84 miljónir. Henda kostnaðarmeting heldur stikk innanfyri nakrar fáar túsund krónur, hóast at vit nú skriva 2014.





Viðgerðin í 2012



Í mars 2012 samtykti FSF uppskotið frá MAP-arkitektum um nýggjan bygning við suðurendan á Tórsvølli. Bygningurin er par tur av heildarætlanini fyri økið, sum Tórshavnar kommuna og FSF gjørdu í felag.





Mentamálanevndin samtykkir 13. juni í 2012 at taka undir við at gera endaliga og bindandi avtalu við FSF um komandi byggingarstigið at gera Tórsvøll lidnan sum altjóða leikvøll. Tá verður upplýst fyri øllum býráðslimum, at samlaða kostnaðarmetingin fyri fyriliggjandi byggistigið, sum er suðurendin og eystursíðan, er 84 miljónir. Alt hetta er skjalfest og alment.





Í september 2012 samtykkir býráðið harumframt, at kommunan útvegar 35 miljónir til samlaðu ætlanina á suðurendanum og eystursíðuni. FSF útvegar somu upphædd, tvs. í alt 70 miljónir.





Kjakið nú snýr seg um býtið millum Tórshavnar kommunu og FSF, ikki um samlaða kostnaðin, sum er óbroyttur. Í sambandi við fíggingarleistin varð avtalað millum kommununa og FSF at kanna aðrar fíggingarmøguleikar, serliga eksterna fígging frá eitt nú vinnugrunnum o.ø. Tí var ikki endaliga staðfest, hvussu býtið millum partarnar av íløgukostnaðinum skuldi verða.





Íløgubýtið





Tá tað tíverri ikki bar til at útvega eksterna fígging, so hevur býráðið longu 13. september í 2012 samtykt ætlanina fyri ein mestakostnað uppá 84 miljónir, og heftir tí sjálvsagt fyri sínum parti av teimum 84 miljónunum. Hetta er øllum býráðslimum kunnugt, sum hava havt áhuga at seta seg inn í málið.





Málið, sum var fyri í vikuni, snúði seg tí um nýggja avtalu við FSF um fíggjarliga býtið av íløgukostnaðinum, sum býráðið hevur bundið seg til. Uppskotið var helvtarbýtið millum kommununa og FSF, og tí samtykti býráðið, at írestandi játtanin uppá 7,4 miljónir verður fíggjað av íløgukarminum fyri 2015.





Málið er sostatt á ongan hátt dult, men algongt fyri allar býráðslimir, sum tíma at seta seg inn í málið. Afturvendandi spurningar um "kostnaðurin kemur at halda" eru púra burturvið, tí samlaði kostnaðurin er framvegis tann sami - men nústaðni er endaliga gjaldsbýtið staðfest.





Samstarv





Í dag hátíðarhalda vit, at sáttmáli er undirskrivaður millum kommununa, FSF og J&K Petersen. Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt fyrst í juni 2015. Vit fáa 2.700 áskoðarar afturat undir tak, tá landsdystir, konsertir ella onnur tiltøk eru á vøllinum á Tórsvølli, afturat teimum 900, sum koma undir tak, tá sunnari endi verður liðug seinni í ár.





Vit onnur fegnast um at fáa ein stásiligan tjóðarleikvøll. Men tað er væl ein demokratiskur rættur til ikki at fegnast saman við okkum øðrum.





Sum eg fleiri ferðir havi gjørt býráðslimum varugar við, so er eitt so breitt samstarv, vit hava, bara grundað á ynskið at fáa góðar og varandi semjur um stór mál. Vit royna saman við eini góðari umsiting at finna loysnir, vit øll kunnu liva við. Øll úrslit verða semjuúrslit. Og tí er sera týdningarmikið, at vit finna semjur um stóru málini, sum t.d. íløguætlan og fíggjarlóg.





Eg havi eisini gjørt vart við, at verandi skipan í býráðnum als ikki er ein óbroytilig sjálvfylgja. Velir ein býráðslimur í flestu førum at ganga ímóti semjum, ella als ikki at atkvøða fyri breiðu semjunum, vit øll skulu brúka sum grundarlag undir víðari arbeiði okkara, so fylgir viðkomandi hvørki demokratiskum mannagongdum, ella luttekur í tí breiða samstarvinum.





Hetta, at ein einstakur býráðslimur ikki trívist í samstarvinum og velir at seta seg uttanfyri, verður tí enn einaferð tikið til eftirtektar.







Heðin Mortensen
borgarstjóri