Tórshavn ein fjálgur lestrarbýur


<b>Eitt ókeypis lestrarkort, sum gevur teimum lesandi í Tórshavnar kommunu ymiskar fyrimunir, er eitt gott stig á leiðini at menna Tórshavn sum lestrarbý</b>




Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi herfyri, at lesandi í Tórshavnar kommunu fáa ókeypis lestrarkort í skúlaárinum, sum vit júst eru farin undir. Sum partur av býráðssamgonguni fegnist eg stórliga um hetta stigið á leiðini at menna høvuðsstaðin til ein fjálgan og livandi lestrarbý.



Lestrarkortið gevur t.d. teimum lesandi bíligari skúlabøkur og avsláttur í kafeum, matstovum og handlum.



Eitt lokkandi lestrarumhvørvi er umráðandi fyri trivnaðin. Tess fleiri velja at lesa í Havn, tess ríkari verður lestrarumhvørvið, og tess størri verður trivnaðurin.



Tórshavnar kommuna skal áhaldandi stuðla upp undir, at tey mongu, sum velja at fara undir útbúgvingar í Føroyum – t.d. maritimar, heilsuligar, námsfrøðiligar ella samfelagsfrøðiligar útbúgvingar – fáa fjøltáttað tilboð og tænastur, sum tey veruliga hava tørv á.



Føroyar eru í harðari kapping við onnur lond. Tí er tað umráðandi, at vit gera alt fyri tey, ið lesa í Føroyum. Sjálvt um tað ikki er møguligt at taka allar útbúgvingar í Føroyum, eru gott og væl túsund fólk undir hægri útbúgving í okkara landi. Telja vit frá miðnámsskúlunum og lærlingum til vinnuháskúlan og allanvegin upp til Fróðskaparsetur Føroya, er talið væl hægri – umleið 5000 fólk.



Lestrarkortið er at meta sum fyrsta stigið á leiðini, men vit vilja virka fyri, at høvuðsstaðurin áhaldandi mennist sum lestrarbýur. Ein lokkandi og fjálgur høvuðsstaður við einum livandi lestrarumhvørvi er umráðandi fyri fólkavøksturin.




Bogi Andreasen



Býráðslimur