Tøkk og áheitan!

Góðu veljarar kring landið! Eg eri takksom fyri tey 4 ár, eg
varð vald at umboða mítt land og mítt fólk á Føroya løgtingi, og seinastu 5
mánaðirnir sum landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.



Eg eri til reiðar at taka fýra ár afturat í fólksins
tænastu, og vilt tú síggja meg har, so er atkvøðan einasti vegurin.



Eg havi eitt vakið eyga við øllum landinum og eitt sosialt
akker í øllum arbeiðinum. Eg leggi alla mína orku til og alt mítt hjarta í, tá
mál skulu loysast:



·       
mál um serligan tørv



·       
týdningarmikil vinnumál



·       
Integratión og føroyskt mál



·       
íløgur í list og mentan



·       
náttúru- og umvhørvismál



·       
átrokandi samferðslumál



·       
Heilsumál og fyribyrging



·       
Úbúgving og gransking



Eg fari eisini at hugsavna meg um loysnir fyri tey undir 67,
sum í dag detta niðurímillum kommunu- og landsmyndugleika, eins og alt mítt
arbeiði verður gjørt í ljósinum av, at vit skjótt skulu gerast ein sjálvstøðug
tjóð.



Hanna Jensen, landsstýriskvinna og valevni fyri Framsókn