Tjóðveldi og “frælsa” røddin á Fólkatingi

Ríkisfelagsskapur - 




Vit hoyra í heilum, at Tjóðveldi vil senda eina frælsa rødd á Fólkating.





Undirliggjandi boðskapurin er, at røddirnar hjá hinum flokkunum eru ófrælsar. Einki kundi verið meiri skeivt.





Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um tað ófrælst, at vit kunnu kalla okkum føroyingar, samstundis sum vit eru danskir ríkisborgarar? Er tað ófrælst, at vit hava júst somu rættindi í Danmark sum danir, tí vit eru ríkisborgarar? Er tað ófrælst, at vit í ES, hava somu rættindi sum aðrir evropearar, tí vit eru ríkisborgarar? Er tað ófrælst, at vit kunnu velja at vera í ella uttanfyri ES, tí Føroyar ikki eru partur av ES? Er tað ófrælst, at vit kunnu velja millum danskt ella føroyskt pass? Er tað ófrælst, at okkara útisetar hava júst somu rættindi sum danir, tá ið tað kemur til eitt nú útbúgvingarsømdir og aðrar sosialar veitingar í Danmark og restini av Evropa? Er tað ófrælst, at vit kunnu gera fríhandilssáttmálar við øll heimsins lond?





Størri frælsi er torført at ímynda sær!





Hesi frælsisrættindi, sum vit eru fødd við sum ríkisborgarar, vil Tjóðveldi lokka føroyingar at siga frá sær. Rættindi, sum bæði Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Ingolf S. Olsen, Magni Arge, Bjørt Samuelsen, Katrin Kallsberg v.fl. hava notið gott av undir teirra lestrarárum í Danmark, har tey eru blivin væl fóðraði við SU og øðrum almennum veitingum frá danska statskassanum. Tey kundu bara havt valt eitt annað land ella bara takkað nei til danskan SU.





Og so til uppáhaldið um, at øll hava somu útbúgvingarsømdir í Danmark. Tað passar einfalt ikki, hóast norðurlendingar hava atgongd til útbúgvingarstovnar hjá hvørjum øðrum, so er tað vanliga ikki undir somu treytum. Bæði norðurlendingar og ES-borgarar skulu lúka heilt serlig krøv til lukrativu útbúgvingarsømdirnar í Danmark. Tey skulu t.d. hava búð í Danmark í minst 5 ár ella hava uppiborið støðu sum arbeiðstakari sambært ES-rættinum ella EBS-avtaluni, sí http://www.su.dk/su/udenlandsk-statsborger/ Føroyingar eru hinvegin føddir ríkisborgarar, og hava vit tí uttan víðari somu rættindi sum danir.





Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum eisini avlopið á føroysku fíggjarlógini áljóðandi uml. 400 mió kr.. Árliga ríkisveitingin er áljóðandi 641 mió. kr., og vit eru spard fyri nógvum útreiðslum, sum Danmark hevur av ríkismyndugleikunum í Føroyum (uml. 350 mió, um vit lesa ársfrágreiðingina hjá Ríkisumboðnum) og av føroyingum í Danmark uml. 200 mió. kr.






Vert er eisini at hava í huga, at ríkisfelagsskapurin bjargaði øllum føroyskum privat-kundum, tá ið Eik fór av knóranum í 2010. Eisini fáa vit eina sera høga kreditt-rating frá Moody’s orsakað av ríkisfelagsskapinum, og tað sparir øllum føroyingum nógvar rentuútreiðslur.





Men alt hetta vil “frælsisrøddin” hjá Tjóðveldi kasta á bláman.





Vel tí veruligt frælsi til Fólkatingsvalið 2019.





Vel tí eitt umboð fyri Sambandsflokkin á Fólkating!





Johan Dahl



valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

RN