Tímalønt illa vard

Við broytingunum í sjúkradagpeningaskipanini eru summi tímalønt tryggjað partvísa inntøku vegna korona smittu ella álagt sóttarhald, men enn eru nógv tímalønt sett eftir. Manglar tær ansing, missur tú arbeiðstímar, tí virksemi verður niðurlaga av korona ella ert tú í sóttarhaldi, sum enn ikki er skrásett hjá myndugleikunum, so er onki at heinta. Hetta rakar tímalønt, sjófólk og onnur á arbeiðsmarknaðinum. Sjúkradagpeningaskipanin í samband við korona gongur út 31. august, hóast farsóttin neyvan heldur ta ásetingina



Tað ljóðaði gott seinasta vikuskifti, tá ið bæði landsstýriskvinnan við almannamálum og løgmaður vóru frammi alment og søgdu, at sjálvandi skuldu løntakarar verjast í samband við koronu farsóttina, men handlingar er einans partvíst handan orðini.



Løgtingið samtykti hósdagin 13. August uppskotini frá landsstýriskvinnuni við almannamálum. Uppskotið tryggjar tey, sum hava fingið korona ella sum myndugleikar hava álagt at fara í sóttarhald.



Trupulleikin er, at hópurin av fólki í sóttarhaldi, eru ikki skrásett, tí tá ið korona útbrotið hendi so knappliga, so hevur ikki verið gjørligt hjá øllum at fáa samband við myndugleikar í mun til sóttarhald. Fleiri í sóttarhaldi eru uppringd av fólki, sum hava fingið koronu, men tey eru ikki skrásett hjá myndugleikum, sum verandi í sóttarhaldi. Eisini hevur verið trupult at fingið fatur á eitt nú landslæknastovninum, sum skrásetur hesi viðurskifti.



Í øðrum lagi, so eru ansingarstovnar í nógvum førum afturlatnir ella taka einans ímóti teimum børnum, har foreldur hava størv knýtt at heilsuverki og tilbúgving. Hetta setir aðrar løntakarar í eina verri støðu, og hjá tímaløntum merkir hetta mist inntøka – eisini fólk við fastari løn hava trupulleika av vantandi barnaansing.



Í triðja lagi, so hevur nýggja koronaumfarið í Føroyum gjørt, at virksemi í ávísum vinnum er niðurlagað munandi, og fólk hava tí mist ein stóran part av inntøku sínari. Hetta er serliga í tænastuvinnuni, men tey fáa ongastaðni endurgjald fyri mista inntøku vegna korona.



Samanlagt kann sigast, at landsstýriskvinnan við almannamálum lutvíst hevur tryggjað summi tímalønt í sjúkradagpeningaskipanini í 17 dagar afturat – til 31. august, tá ið skipanin fer úr gildi, meðan landsstýrismaðurin, ið varar av arbeiðsmarknaðarmálum, letst ikki um vón.



Eisini er komið fram, at landsstýrismaðurin, sum varar av arbeiðsmarknaðinum, ikki arbeiðir við nøkrum uppskoti, sum ger, at løntakarar, ið missa inntøku vegna korona útbrotið, vera loftaðir. Hetta er eitt vónbrot, og tíverri er landsstýrisumboðið fyri arbeiðsmarknaðin ikki áhugaður í løntakarunum og tykist ikki hava forstáilsi fyri tí sperdu støðuni, tímalønt og onnur vera sett í av hesum, vísa feløgini í Samtak á.



Feløgini í Samtak heita á landsstýrismannin við arbeiðsmarknaðarmálum um at fara til arbeiðis og taka arbeiðandi fólkið í Føroyum í álvara, og á løgtingið um at seta seg betur inn í viðurskiftini og langtíðartryggja løntakaran, so hann ikki aftur stendur fullkomiliga á berum 31. august.

Samtak