Til tey vit hava mist





Fyrsti novembur hátíðardagur í mótsøgn.

Nøvnini høgd inn í grót, eins og hesin lagnudagur

er meislaður í sinnið á teimum avvarandi.

Andsøgnin er, at betur er at hava átt ein so

háttvirdan, enn ongantíð hava kent ein.

Meiningsleyst haldi eg, hvørja ferð tað óvæntaða rakar,

tað er ein meining við øllum fyri onnur.

Soleiðis er lívið.

Alhalgunadag í 2012 var eg til minningarhald í gamla kirkjugarði í Miðvági, har átti eg ein beiggja. Á einum øðrum steini stóðu nøvnini á langabba og tveimum synum. Anna Elisabeth á Byrginum, Byrgjaomma, sum vit øll kallaðu langommu, misti mannin og tveir synir í senn. Hetta var í 1934 – hon var eitt deiligt menniskja, hjá henni trivust øll. Meðan eg stóð har, hugsaði eg, at nøvnini ganga øll aftur, øll hava verið í familju, øll hava kent hvønn annan, man kendist við øll, ið vóru komin saman hendan dagin.Hendan syndarliga lagnan rakti nógv hesi árini, ein traumatisk tíð. Hvussu kláraðu tey tað? Trúgvin var sterk! Eg hugsaði um eitt vers afturat, um allar teir ungu dreingir, ið ikki náddu at blíva pápar, og allir teir pápar, ið ikki náddu at blíva abbar, men enn er tað so ikki blivið til nakað.



Trúgvin hjá fólki fyrr var sterk – hóast persónlig. Nú haldi eg mangan fólk vera yvirreligiøs.Tosa í versum.

Eg havi møtt onkrum vaksnum persónum, sum allan sín barndóm vóru bangin vegna dómadagsprædikantar, hildu illimaður var undir hvørjum hjørni, og dómadagur bleiv í morgin, eg haldi ikki hetta er sunt og óneyðugt fyri at skilja boðskapin.Ikki tí, eg góðtaki meiningina hjá øðrum fyri tað, um eg ikki eri einig.Og so hetta bara at gleða seg, til man sleppur úr hesum heimi. Eg skilji hetta ikki, tað eru góðar tíðir og ringar tíðir, men sum heild er lívið heilt okey. Og heldur feira hetta lívið, sum er so stutt hjá mongum, og í æviga tíðarskeiðinum bara ein brotpartur.


Ein dagin eg og ein mamma, ið hevði mist eitt barn fyri ikki so mongun árum síðani, høvdu eitt gott prát um at missa, um ta fyrstu tíðina, tá ið alt steðgar upp, øll rundan um steðga eisini upp, so gongur ein tíð, og hini byrja at liva víðari, sum sjálvsagt er, meðan alt hjá teimum raktu enn er steðgað upp, so verður ein frástøða, partarnar skilja ikki hvønn annan. Eg greiddi frá, hvussu eg helt, at tað broyttist við árunum, at tað verður fjarari við tíðini, men tað forsvinnur ongantíð, tað liggur í bakhøvdinum hvønn tann einasta dag. Tá ið so okkurt tætt uppá hendir aftur, er man aftur har, tað er so livandi aftur. Hetta hendi í juni í 2012, tá ið pápi fór foldum frá.



Hesar reglur um, at við hvørt er tað so fjart, og so bráddliga aftur so nær, fingu meg at skriva “lurta í kvirruni”, sum eina heilsan til teir, sum vit hava mist. Vit vóru tríggjar systrar, har eg eri elst, og áttu bert ein beiggja, Herlon, sum fórst á sjónum í 1989, 20 ára gamal. Fá ár frammanundan læt eitt systkinabarn okkara lív í ferðsluni, Harald,19 ára gamal, tær vóru eisini tríggjar systrar, har Marjun í Kálvalíð er elst, so hetta var forferdiligt.



Teir vóru fleiri vinmenn, sum høvdu eina rutu, har teir allir avheintaðu hvønn annan.Nú nógv ár aftaná havi eg tosað við nakrar av teimum og havi skilt, hvussu nógv hetta broytti grannalagið, hvussu nógv ungir dreingir í besta blóma fylla, tað verður eitt tómrúm, sum merkist í nógv ár aftaná.



Stutt síðani fór okkara fitta góða omma foldum frá 94 ára gomul, hon var troytt og mett av døgum og klár at fara upp á allar mátar. So skjótt sum pápi fór til skips, hirdu vit trý inn til ommu og abba í Skálafirði, har eiga vit nógvar góðar dagar. Omma, Anna Louisa, var altíð góð at koma til, hon var áhugaverd at práta við og lívsklók. Hon spardi seg ikki, var altíð í gongd við okkurt, við hvørt vóru vit nógv í senn, onkuntíð mundi hon vera móð, men ongantíð segði hon nakað. Hon varð so týdningarmikil fyri so nógv. Hon verður saknað.

Lurta í kvirruni-

tey, sum her vóru og frá okkum fóru,

viðhvørt tey tykjast so fjar og so brádliga ein morgun

aftur so nær, tætt.. tætt.

Ein kann hoyra ta vælkendu røddina

tann unga glaða, tann eldra milda - enn so gevandi.

Kanska tá ið ein mest hevur brúk fyri tí, ella kanska

bara ein blíð heilsan

Lurta væl og tey eru nær.