The second wave


Tey seinastu nýggju tølini eg frætti um í Føroyum viᵭvíkjandi Corona testkanningum (sigi ikki at hesi eru tey heilt nýggjastu, men sera fesk kortini), so vóru 22.000 kannaᵭi og harav vóru 110 registreraᵭi sum smittaᵭi og eftirsíᵭani stemplaᵭi sum sjúk. Eingin av teimum testaᵭu, kendu seg kortini sjúk, men vóru billaᵭi inn, at tey vóru sjúk, og valdu tí at trúgva boᵭunum um, at tey vóru sjúk, tveitt í skammikrókin og fingu stovuarrest í 14 dagar. Òskikkilig børn, puha, fyyy skam dig. Ongantíᵭ í lívinum hevᵭi eg rokna viᵭ at skulla uppliva, at menniskjur í samfelagnum kundu formáa sær at gerast so dundrandi í ørviti, tápulig og býtt uttan at drekka. Taᵭ er mangan meiri skilvit at hóma hjá einum skítfullum manni enn hjá landsins leiᵭandi og tess fylgjarum. Men skommin er teirra.



Altso, 0,5% smittaᵭi av 22.000 fólkum. Av samlaᵭa fólkatalinum gevur hetta 0,21%. Og hetta er so ”the first wave” vit tosa um nú. Kortini varᵭ samfelagiᵭ latiᵭ aftur av hesi risastóru bylgju. Altso 99,5% av teim testaᵭu vóru negativ tvs. Ikki smittaᵭi. Ein kann ikki siga annaᵭ enn, at tann veruliga stóra bylgjan ”er ikki smittaᵭ” eftir testina, tvs. heili 99,5%. Ih du milde Wuhanneser.



Og taᵭ mest margháttliga er, at eingin er enn vorᵭin sjúkur í Føroyum av hesum fiktiva spøkilsinum, ei heldur nakar deyᵭur, 4 vóru innløgd av øᵭrum orsøkum, men høvdu tilvildarliga eina positiva ”sokallaᵭa Covid19 test”. Uhadada, ein ordans tsunami. Vit mugu stongja krambúᵭina, annars verᵭur verᵭins endi.



Landsins prestar, profetar, evangelistar, hirᵭar, lærarar, yvirlænar, læknar og landsins leiᵭarar v.m., - duga teir als ikki at síggja hvussu dárakent teir uppføra seg? Er ikki bara ein cella sum fungerar har uppi í erva? Mín mistanki er, at hesir koyra uppá stoffir av einum hvørjum slagi. Hetta er djevulskt ónt iᵭ praktisera verᵭur. Hvør keypti hesi til hendan tramanskapin og hvussu? Hvat var prísurin?



Men nú verᵭur boᵭa frá eini aᵭrari bylgju ”The Second Wave”, og at hendan næsta bylgjan skal vera munandi mildari enn tann fyrra, men hvussu nógv mildari kann hon nú vera samanboriᵭ viᵭ tí fyrru? Øll, sum eru testaᵭi (øll tann risastóra fjøldin uppá 0,5%, gigantiska bylgjan), eru framvegis frísk og hava sjálvsagt eingin sjúkaárin av hesi spøkilsissjúkuni. Allíkavæl verᵭur tilmælt at brúka masku, lata skúlar aftur v.m.



Hvussu so viᵭ Danmark spyr kanska onkur? Sama skiliᵭ har, eingin sjúkur og eingin doyr av hesi fuppvirus: ”Antal prøver 13. august 31.633, smittede personer 144”. Vil nakar rokna hetta út, so gevur hetta eisini eina stóra smittubylgju uppá 0,5%. Samlaᵭa uppgerᵭin fyri alt tíᵭarskeiᵭiᵭ í Danmark liggur á 0,8%, so ein kann ikki siga annaᵭ enn, at talan er um ”microwaves” tá saman um kemur. Samlaᵭa uppgerᵭin fyri Føroyar fyri alt tíᵭarskeiᵭiᵭ, liggur á 0,6%. Viᵭvíkjandi ”sokallaᵭu deyᵭsføllini” í Danmark, úttalar Sundhedsstyrelsen (SS) seg á henda hátt: ” Opgørelsen af antallet af døde omfatter dødsfald, der er registreret indenfor 30 dage efter påvist COVID-19 infektion. COVID-19 er ”ikke nødvendigvis” den tilgrundliggende årsag til dødsfaldet. Hendan orᵭingin ”ikke nødvendigvis” merkir taᵭ sama sum, at eingin er deyᵭur AV Covid19. Ei heldur nakra aᵭrastaᵭni í heiminum.



Teir garvillastu surfarnir standa í kø fyri at sleppa at fanga hesar risabylgjur, tá tær reisa seg fyri at tørna viᵭ ferᵭ inn móti strondini.



Hetta er sanniliga djevulskapur iᵭ vil nakaᵭ. Tílíkur framferᵭarháttur er at tilbiᵭja djevulskap, nakaᵭ sum hetta maskuspæliᵭ ber sín vitnisburᵭ um.



Tann, iᵭ ikki dugir at síggja taᵭ ónda í hesum Covid19 fuppframførsluni, er helst vorᵭin fylgjari óndskapsins.



”Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljóssins; tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.” (2. Kor. 11 : 14-15).

Símun A. Klein





Kelduávísing iᵭ avdúkar, at eingin deyᵭilig umfarsótt/epidemi hevur nakrantíᵭ veriᵭ ein veruleiki. Alt er taᵭ reina fupp og svindul hvat Covid19 viᵭvíkur. https://schou.dk/artikler/corona/?fbclid=IwAR0bNjA-luJZVmsIo4UqTmq7O1R4UULad2YADCYPeaX4INJHgGt209reIDs