Tal-sjussurin hjá Høgna

 

Tal-sjussurin
hjá Høgna



Tað tykist í løtuni at verða ein øgiligt trongd hjá Tjóðveldi
at fortelja okkum Norðingum hvussu ófatiliga væl tað hevur gingið seinastu 4
árini. So stór, at Høgni Hoydal er spurdur ikki minni enn 2 ferðir um hetta
seinasta ári, og niðurstøðan er tann sama: Gongdin í fiskivinnuni í
Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini. Eisini tá ið
samanborið verður við gongdina í fiskivinnuni í restini av landinum.





Eg má siga eitt: Tjóðveldi hevur ein undarligan máta greiða
frá uppá. Tá tingkvinnan úr Norðoyggjum spyr hvussu inntøkuviðurskiftini og
manningarviðurskiftini hava lagað seg seinastu fýra árini – Ja so svarar
Høgni Hoydal hvussu tað hevur verið seinastu 5 árini. Um hetta var ein
vanlig miðnámspróvtøka, so hevði skili verið hareftir við próvtalinum. Hetta er
tað man kallar at sjussa seg fram.



Men ikki nokk við tí. Høgni Hoydal hevur uppfunnið eitt
hugtak fyri NORÐOYGGJAR sum eitur LUTFALSLIG LØNARÚTGJALDING pr Løntakara.
Og enntá fyri Norðoyggjar. Hesi tøl eru ikki bara skeiv; tey hava onki við
veruleikan at gera. Eg havi tosað við Hagstovuna (sum frágreiðingin hjá
Landstýrismanninum hevur sum keldu) og lønarútgjaldingar fyri Norðoya Sýslu  fyri fiskiskap og fiskiíðnað eru IKKI TØK. Og
skulu tey fáast til vega, skal ein serlig koyring gerast í teirri skipan. Ergo
er hesin parturin av frágreiðingini ÓSANNUR.



Sum tað næsta, er avreiðingarvirði, um vit bert taka 2018
skeivt við knøppum 50 mill kr. Sjómaður er tíbetur sjálvdan ráðaleysur, og tað
eru Norðingar heldur ikki. Fyri at stuðla uppundir raksturin við fallandi
kvotum, hava skip úr Norðoyggjum samstarva við Grønlendsk reiðarí, og hava
skapa avreiðingarvirðir fyri 47,6 mill kr, sum ikki skulu við í hagtølunum fyri
2018. Og hetta er ómansligt, ikki at tora at síggja veruleikan sum hann er. Um
onkur far for nógv og onkur annar ov lítið, skal eg ikki meta um. Men eg kann
staðfesta nøkur ting fyri Norðoyggjar við røttu tølum (KELDA:
Frágreiðing frá Høgna – Grønland + VØRN). HER ER AFTUR GONGD.  Taka vit nøgdirnar (Talva1) so hava Norðoyggjar
eina afturgongd uppá góð 10% í mun til restina av landinum, sum hevur eina
afturgongd uppá knapp 3 % frá 2017 til 2018. Og munurin er í høvuðsheitum
orsakað av nýggju fiskivinnulógávuni, við tað at Norðoyggjar minka meir enn
restina av landinum.



Talva1























Nøgdir



2017



2018



MUNUR



NORÐOYGGJAR



226.085



202.815



-10,29%



TILSAMANS



549.439



533.639



-2,88%




 



Hyggja vit at virðinum (uttan Grønland, sum onki hevur við hesi
tøl at gera) so er myndin enn daprari. (Talva 2) Her hava Norðoyggjar knapp 13%
minni virði, meðan restin av landinum hevur knapp 8% meir.  Orsøkin til at virðisminkingin er størri enn
nøgdarminkingin er einfald hon, at fleiri av skipunum her Norðuri virðisøkja
fiskin umborð. So tá sild og makrelur minka lutfalsliga meir enn svartkjaftur
(sum er bíligari fiskur) so minkar virði eisini meir.



Talva 2























Virði (1.000 kr)



2017



2018



MUNUR



NORÐOYGGJAR



           739.276



            645.440



-12,69%



TILSAMANS



1.536.332



1.657.264



7,87%




 



Minkingin er knappar 100 mill kr. frá 2017 til 2018. At siga
tað at her gongdin er framúr góð, er at taka rívan til. Her haldi eg at onkur
ikki hevur skilt hvussu alt hongur saman. Sum um tað ikki er nokk, so hava
Norðoyggjar goldið 253 mill kr í gjøldum til landskassan í 2017 og 2018. Norðingar
vita hetta, og kenna eisini sviðan av hesum.



Trongdin hjá Tjóðveldi at sjussa seg fram til nakrar sannleikir
tykist so stór, at tey mugu uppfinna nýggj hugtøk og brúka ósonn tøl, soleiðis
at tað skal smakka øllum her uppundir eitt val. Tað seinasta skotið er, at
onkur talknúsari í Tjóðveldinum er farin at samanbera veiðivirði í 2008 og 2017,
uttan so mikið sum at skonkja tí ein tanka at privatar vinnufyritøkur hava
gjørt íløgur í milliardir, fyri at virðisøkja okkara tilfeingið til tað tað er
í dag. Makan til arrogansu skal man leita longið eftir.



Eitt dømi: Í 2008 avreiddu vit 10.445 tons av loðnu fyri
20 mill kr. Í 2017 avreiddu vit 14.600 tons fyri 81 mill kr. Tað er vinnan
sjálv sum hevur megnað at skapt fleiri krónur burturúr hvørjum kg av loðnu, og
ikki Tjóðveldisflokkurin ella nakar annar. Vit skulu ansað ikki at blandað alt
til ein sjuss sum ongin vil hava. Lat tað heldur verða sum í Klubbanum á Tvøroyri:
Sitrón og Akvavit; Ferdogt!  



Tað góða við at siga sannleikan viðhvørt er, at so hevur man
ikki tørv á at minnast so nógv.  Men her
er tað sum hjá Otto Von Bismarck: Menniskjan lýgur ongantíð so nógv sum aftaná eina
veiðuferð, tá hon er  kríggj ella beint
fyri eitt val. Í øllum førum er Tjóðvelisflokkurin val á veg við sínum Propaganda
í løtuni.



 



Pól Huus Sólstein, Valevni Fólkafloksins