Tað skal loysa seg at liva!

Siti í hugnaliga umhvørvinum í
býarbókasavninum. Droparnir bresta ímóti rútunum sum ein áminning um,
hvussu gott tað er at sita inni í hitanum. Havi keypt mær ein kopp av
kaffi, og nú siti eg á Facebook, tí eg vil deila mína støðu við restina
av heiminum.

Siti við borðið tættast við blaðhyllina og síggi
fýra borð við ymiskum fólki millum meg og vindeyguni. Tað regnar
framvegis, pissar niður. Liv
andi
vinkonuprát millum tríggjar tilkomnar kvinnur tagnar brátt, tá
kjaftabandið í einum óðum Jyllandsposten-lesara slitnar, "hetta er ikki
ein kaffistova!" hálvt fýsir, hálvt skríggjar hann.


Hetta
góðtaki eg ikki. Eg hyggi upp, inn í eyguni á manninum og viðmerki:
"Halló, hann sjálvur, tað er ein lesistova uppi á, har tú kanst lesa í
frið... her niðri er lív í, og soleiðis eigur tað at vera". Gloymi at
nevna fyri honum, at tað, hann segði um kaffistovuna, heldur ikki var
rætt, tí tað ber nevniliga til at keypa bæði ís og kaffi her inni.


Maðurin vendir ryggin til og setur seg at lesa. Løtu seinni reisist
hann og vendir leiðina út úr bókasavninum, har regnið framvegis stendur
upp og niður í hyljum. Á vegnum út noyðist hann tó fram við borðið, har
eg siti. Eg smyrji mítt mest sjarmerandi super-smíl uppá, og hann
reagerar við einum lítlum brosi. So liggur tað ikki eftir.


Boðskapurin við hesum er, at vit skulu royna at vera góð við hvønn
annan, eisini hóast okkum ikki dámar alt av tí, sum "hini" gera. Eitt
samfelag, sum byggir uppá "tig" og "ver ordilig/ur" missur ótrúliga
nógv, bæði í kreativiteti og motivatión - og trivnaðurin í einum slíkum
samfelag er í botn.

Komið og tosið hart og smílist! :))